Tá ið Paul Watson kemur higar í summar, verður tað við sjálvum flaggskipinum hjá umhvørvisfelagsskapinum, Sea Shepherd.
Talan er um ?Ocean Warrior?, sum felagsskapurin keypti í 1996 og Paul Watson sigur, at keypið varð fíggjað fíggjað við gávum frá limunum.
Upprunaliga var hetta eitt norskt fiskirannsóknarskip, sum varð bygt í 1956. Fyrr nevndist tað Johann Hjort.
Sea Shepherd stovnaði eitt felag undir einum heilt øðrum navni, og tað felagið keypti so Johann Hjort frá einum norskum felag. Sambært Paul Watson vóru norðmenn í øðini, tá ið teir varnaðust, at hann hevði lumpað teir einaferð afturat. Tað er 54 metrar langt og 657 tons til støddar og tað hevur motor uppá 1.400 hestar.
Hann sigur, at skipið er bygt so sterkt, at tað kann sigla á pólleiðunum. Eftir at Sea Shepherd hevði keypt skipið, varð tað høvuðsumvælt í Bremenhaven í Týsklandi, eins og motorurin varð gjørdur ístand, allur sum hann er.
Skipið var liðugt í september í 1997 og tað er nú í slíkum standi, at tað fult út er ført fyri at bjóða einumhvørjum av, sum er á hvalaveiði á víðum havi.
Síðani tá hevur ?Ocean Warrior? tikið lut í tiltøkum í Miðjarðarhavi, at mótmæla fiskiskapi við rekagørnum og at vera við á altjóða hvalaveiðifundi í Monako. Síðani hevur skipið vart kóp í St. Lawrence Flógva og tað hevur eisini verið á herferð ímóti amerikanskari hvalaveiði í Kyrrahavi.