Tað er møguligt, at tær eru slopnar eitt sindur nærri at mikrofonini, enn til undanfarin val, men nóg gott er tað framvegis ikki. Eg kundi hugsað mær, at floksformennirnir svaraðu hesum spurningi, áðrenn valstríðið til løgtingsvalið av álvara fer í gongd.
Eisini kundi eg ynskt, at floksformennirnir siga, hvussu kynjabýtið í einum komandi landsstýri fer at vera, stendur tað til teir. Eri spent at hoyra, um nakar floksformaður torir at svara, at teir vilja loyva konufólkum framat, um teir finna nakrar, sum eru egnaðar. Ella, at teir svara, at tað veldst um støðuna, tá samráðst verður. Eg ynski mær eitt bindandi svar, sum kann vegleiða veljaran, ið ynskir at konufólk eru við til at seta politisku dagskránna í Føroyum og harvið eru við til at býta út av stóru fíggjarlógarkøkuni.
Prógvið fyri okkum, at tit vilja hava konufólk á ting. Og verið við til at flyta okkum, ið búgva her á landi, inn í 21. øld kynjabýtinum í politikki viðvíkjandi.
Góð val til tykkum allar og okkum veljarum við.