Til foreldur at næmingum í Kollafjarðar Skúla

Viðvíkjandi støðuni í skúlanum í samb. við verkfallið hjá lærarunum

Viðvíkjandi støðuni í skúlanum í samb. við verkfallið hjá lærarunum


Nú allir sáttmálasettir lærarar eru í verkfalli, er Kollafjarðar skúli sera hart raktur, við tað at undirvíst verður undir 40% av vanligu tíðini. Hetta hevur við sær, at næmingarnir missa nógvar undirvísingartímar, men av tí at uppmøtingin eisini er óreglulig, missa teir enn meir, tí ringt er hjá lærarunum, sum ikki eru partur av verkfallinum at leggja undirvísingina til rættis, tá teir ikki vita, hvør er í skúla. Harafturat verður undirvísingin sera nógv órógvað, við tað, at teir næmingar, ið hava frí mitt í skúlatíðini ganga í skúlagarðinum ella inni í skúlanum.

Dømi eru um, at børn, ið ikki eru von at ganga einsamøll millum skúla og heim, hava gjørt tað, og kundi stórur vandi staðist av hesum. Sum øll vita, er sera nógv ferðsla á økinum við skúlan í løtuni.

Skúlanevndin hevur viðgjørt støðuna og hevur umhugsað at steingja skúlan, men av tí at vit ikki hava myndugleika til tess, letur hetta seg ikki gera.

Vit fara tí at heita á foreldur at hava børn teirra heima til verkfallið er av.

Velja tygum at gera eftir áheitanini, má hetta fráboðast skúlaleiðaranum.


Vinarliga

Kollafjarðar Skúlanevnd


Arnbjørn Kristiansen, formaður



Kollafjarðar Barnavernd

410 Kollafjørður


23. mars 1000


Til øll foreldur at børnum í Kollafjarðar Skúla


Vísandi til skriv frá Skúlanevndini um hvussu hættislig støðan er við skúlan nú meðan verkfalli er, mælir Barnaverndin eisini til, at foreldur ikki senda børnini í skúla.

Vit meta at í Kollafirði gera serstakar umstøður seg galdandi, av tí at bygdin er so long og at tað fyri tíðini er serliga nógv og tung ferðsla, vit hugsa um teir mongu lastvognarnar, sum júst í hesum døgum koyra útgrevstur frá bygging av ítróttarhøll við skúlan og grót til bátahyl á Signabø.

Av tí at undirvísingin er skerd við 60% sigur tað seg sjálvt, at tað er nógv frítíð, og teir lærarar sum undirvísa kunnu ikki eisini ansa børnunum, sum hava frítímar.

Hettar er ein roynd at binda um heilan fingur.


Vinarliga

Kollafjarðar Barnavernd