Bill Justinussen, løgtingsmaður
Gerhard Lognberg undrast í lesarabrævi um mína støðu til hansara útsagnir um tey samkyndu. Tíverri er onkur misskiljing íkomin, tí eg havi ikki nevnt nakað um, at Gerhard burdi verið sendur í geglið, og um tíðindafólkið hevur fingið tað burturúr telefonsamrøðuni við meg, so taki eg tað í meg aftur og biði um orsaka, tí tað var ikki tað, sum eg meinti.
Men fyri at rudda allar misskiljingar av vegnum, skal eg her stutt greiða frá míni meining um ítøkiliga spurningin um at nokta lærarum starv, um teir eru samkyndir. Eg taki ikki undir við at nokta fólki alment starv orsakað av teirra kynsligu orientering. Ongin ivi skal tó vera um, at sum ein persónliga trúgvandi hevði eg ynskt, at øll, sum undirvísa og uppala børn vóru trúgvandi. Men tað krav kann eg ikki seta, tí tað er upp til fólk sjálvi at avgera. Eg meti tað eisini vera í stríð við ta samfelagsskipan, sum vit øll eru ein partur av, at nokta fólki sama rætt til starv, um tey lúka vanligu treytirnar fyri starvssetan. Persónligir eginleikar eru sjálvsagt ein týðandi partur av einihvørji starvssetanarviðgerð, men hetta eru altíð persónligir eginleikar, sum verða settir í mun til førleikan at røkja starvið. T.d. er tað ikki ein fyrimunur hjá einum umsøkjara at hava alkoholtrupulleikar.
Nøkur viðurskifti eru felags fyri øll í okkara samfelag. M.a. hava øll somu skyldu at gjalda skatt. Eisini eru vit samd um, at øll hava sama rætt til arbeiði. Og tá talan er um almenn arbeiðspláss, harímillum fólkaskúlan, er ongin ivi um, at øll hava sama rætt til at fáa starv, uttan mun til persónliga støðu annars. At nokta samkyndum hendan rætt er at gera mismun á fólki, og tað tekur Miðflokkurin ikki undir við. Ein av orsøkunum til, at vit ikki vildu taka undir við broyt-ingaruppskotinum til revsilógina var júst, at vit ikki meta, at mismunur er í samfelagnum. Tí metti eg tað fyri mín part vera neyðugt at gera vart við hesa støðu. Og tá ið Gerhard Lognberg sigur sína meining um júst hendan spurningin, kunnu fleiri helst halda, at hinir løgtingslimirnir, sum eisini atkvøddu ímóti broytingar-uppskotinum, hava somu støðu sum hann. So er tann spurningurin vónandi greiður.
Tað er ein erlig søk at hava eina støðu, og ongin skal ivast í, at eg virði Gerhard fyri hansara týðandi leiklut í øllum hesum málinum. Eisini kann eg leggja afturat, at útsagnirnar hjá honum eru í alt ov stóran mun yvirtulkaðar bæði av fjølmiðlum og flokki hansara.