Gongutúrur
Leygardagin skipar ferðavinnan í Suðuroy fyri gonugferð úr Porkeri til Hovs.
Bussur koyrir av kunningarstovuni á Tvøroyri kl. 10.00 og av kunningarstovuni í gamla Skúla í Vági 10.30.
Báðir bussarnir koyra til Porkeris.haðani verður farið til gongu niðan ígjøgnum Skálan, upp á Hamar og vestur um Kambin. Síðani yvirum Hálsin, oman gjøgnum Vágaskarð og omaneftir Heiðunum. Nú koma vit til Klivarstein og oman móti Hósmannaklettum fara so framvið Sarknagili og eftir heygunum niðan í bygdina í Hovi.
Túrurin er lættur at ganga og staðkend heimildarfólk eru við á túrinum, har greitt verður frá ymsum á leiðini.
Eftir loknan gongutúr verður koyrt við bussi úr Hovi til ávikavist Kunningarstovurnar í Vági og á Tvøroyri.
Gongutúrurin og busskoyring kosta 100 krónur, men hjá børnum er tað ókeypis.
Bindandi tilmelding til túrin skal gerast á kunningarstovuni í Vági á tlf. 374342/ 284342 ella á kunningarstovuni á Tvøroyri tlf. 372480/ 284480 í seinasta lagi fríggjadagin 16.00.
Kunningarstovan heitir á fólk um at hava heit og góð klæði við, góðar skógvar ella styvlar, matpakka og ein drekkamunn.
? Hevur tú kikara og eitt kort yvir økið har gingið verður við tær, gerst túrurin óivað meiri áhugaverdur.
Fýra túrar eftir
Ferðavinnan í Suðuroy hevur skipað fyri gongutúrum hvønn leygardag í alt summar. Og nú eru fýra túrar eftir.
Komandi leygardag verður gingið Porkeri - Hov, 4. september verður farið av av Hestinum til Kasparsholu og oman í Akraberg, 11. september verður farið úr Hvalba til Sandvíkar, og seinasti túrurin í ár er 18. september og hann verður úr Øravík til Vágs.
Gongutúrarnir í ár hava verðið stak væl umtóktir. Ætlanin er at gongutúrar verða fyriskipaðir aftur komandi summar hvønn leygardag.