Helt, at tað var fyri at tæna kundanum enn betur, at handilskonur og -menn fingu sær sjálvtøkuhandlar ? nú gera vit alt fyri tey uttan at tasta vøruna inn, tá gjaldast skal. Kanska er tað longst sum best at koyra út í Grønland til mín fasta keypmann ella kanska skal eg fara til handils á netinum
Eg havi verið til handils! Fyrst hjá mínum "vanliga keypmanni", har vit hava havt okkara føstu gongd í ein 25-30 ár. Onkur hevur spurt meg, hví vit fara yvirum ánna eftir vatni ? hví vit, sum búgva í eysturbýnum, fara til handils úti í Grønlandi. Hetta krevur ikki nakra nærri frágreiðing uttan hana, at okkum dámar at keypa harúti, og við bili hevur tað einki uppá seg. Tað er eisini so hugnaligt at hitta vinfólk og annað gottfólk millum hillarnar. Kanska fært tú eitthvørt gott hugskot til døgurðan, hyggur tú í innkeypsvognin hjá Kára og Louisu, meðan vit práta um alt millum himmal og jørð. Hjá Jógvani og Elini er heldur ikki at kimsa at í so máta. Havi fingið mangt eitt gott døgurðahugskot haðani. Astri telist eisini millum gottfólkið. Onkuntíð, tá eg havi lúrt, havi eg sæð "Lefser" og "Gjeitost" liggja so fitt lið um lið í hennara vogni ? tá veit eg, at Norra dregur ? kanska er tað Jomfrulandet, henni leingist eftir.
Men onkuntíð er tørvur á at vitja "býlingin", og so var nú ein dagin. Lamstjógv úr Ný Sælandi vóru uppá tilboð ? skuldi eisini onnur ørindi, so eg koyrdi oman. Fann mær ein parkeringsbás og stevndi við góðum treysti beint fram ímóti innkeypsvognunum. Knappliga kom mær til hugs, at mær tørvar eina tjúgukrónu. Niður í taskuna at leita, nei ? einki leyst yvirhøvur. Hvat er til ráða at taka! Jú, skundi mær inn á apotekið ? vil ikki bara veksla, so eg geri av at keypa eitt landglas, sum bert kostar uml. 3,00 kr., (tað er gott at eiga inni).
"Vinarliga takið eitt nummar" stendur á pultinum beint við dyrnar. Eg stilli meg í bíðirøðina ? eg eri eitt hampafólk ? einki við at snýta og fara framum nakran. Nú ræður um at trýsta á rætta knøttin ? hann náði meg, um eg trýsti á tann til reseptir - minnist ongantíð, hvønn lit eg skal trýsta á. Tað er kanska eitt gott tekin, hóast alt. Smoyggi meg framvið diskar við salvum, Nilens Jord og "støttesokkum" í alskyns støddum og fram ímóti hondkeypskonuni. "Nr. 503", rópar krambakonan. Tað er mítt nummar, og eg skundi mær fram at skivuni, harki og sigi míni ørindir. So skal gjaldast. "Uppá upphæddina?" spyr hon fryntliga og tekur ímóti mínum FR-korti. Nú gerist eg eitt sindur foy - eg skundi mær at svara "50 krónur"! Skal tað pakkast inn? spyr konan nú. Jú takk. Vandi er í allari vælferð, sigst, men alt skal valdast. Síðani eg seinast keypti eitt sovorðið er glasið nú so pinka evarska lítið, at um hon ikki pakkar mær tað inn, finni eg tað ikki aftur í taskuni.
So gongur leiðin til innkeypsvognin aftur. Hvussu er tað nú man ger? Standi ráðaleys og eitt sindur býttislig til onkur kemur mær til hjálpar, og eg fái krónuna í, har hon skal og fái slitið mær vognin leysan. Hetta minnir meg ikki sørt um viðførisvognarnar á flogvøllinum í Vágum ? teir frá Føroya Banka, sum eru so vánaligir, at roynir tú at taka ein vogn, so fært tú fimm - ísenn! Kanska ein leivd frá marglætistíðini í áttatiárunum, tá øll kundu fáa fimm ferðir so nógv í láni, sum tað, tey veruliga ynsktu.
Nú er leyst og liðugt og eg koyri fró og glað inn eftir gongini. Tíverri vil vognurin ikki tað, eg vil, hann er eitt sindur skeiklaður og sjálvt um eg stýri av allari megi, standa vit knappliga hálv inni í Heilsu! Hagar skal eg ikki á hesum sinni, so eg bakki og stýri so alt, tað eg eri ment, inn móti Miklagarði. Vognurin vil ikki tað, eg vil og mitt í øllum fangi eg meg sjálva í at tosa við vognin: "Nei, vit skulu ikki hava blomstur í dag ? ver nú góður og koyr inn í Miklagarð". Vóni ikki, at nakar hoyrir meg.
Eg keypi tað, mær tørvar, leggi tað í vognin, og nú kemur tað: Nú skal eg baksa vøruna, sum eg havi lagt niður í vognin, upp úr honum aftur og leggja alt á flutningsbandið við kassan. So skal eg skunda mær fram og vera til reiðar at taka ímóti vøruni, eftir at hava koyrt FR-kortið ígjøgnum og trýst kotuna inn, sum eg havi terpað innantanna undir vøruuppályftingarseansuni. So skal eg aftur baksa alt niður aftur í vognin aftur og koyra og stýra úteftir gólvinum við skeiklaða vogninum, og knossast við at fáa alt úr vogninum inn í bilin, og so skal eg trilla vognin aftur uppá pláss, og nú havi eg verið so leingi til handils og eri so útlúgvað og eri so í ørviti av at lyfta og lætta, at eg havi gloymt, hvussu eg fái fatur í 20 krónuni aftur!
Helt annars, at tað var fyri at tæna kundanum enn betur, at handilskonur og -menn fingu sær sjálvtøkuhandlar ? nú gera vit alt fyri tey uttan at tasta vøruna inn, tá gjaldast skal. Vit rudda vognar ? vit taka vøruna sjálvi ? vit viga tað, sum vigast skal og avgreiða bæði vogn og vøru, tá vit eru liðug. Hetta man vera besta uppfinning í nýggjari tíð. Og vit? Vit fara so glaðbeint til arbeiðis í handlunum ? tað er ikki sørt, at vit eisini rudda onkrastaðni, dettur okkurt niður av hillunum.
Á, verðin, verðin. Eg haldi, at hon vil lumpast.
Mangt er. Kanska er tað longst sum best at koyra út í Grønland til mín fasta keypmann ella kanska skal eg fara til handils á netinum! Havi frætt, at Kári, hatta skinnið á Strondum, er til dystin fús. Hugsa tær! Selja um netið og verða stovnaður í 1872! Tað er ikki hissini. Og Kári koyrir enntá vøru til Havnar!