Kennir tú Gud? Hann sum hevur skrivað Bíbliuna? Nei, tað gert tú ikki! Tí kendi tú Hann, so visti tú eisini, at slíkur kærleiki sum tú sipar til millum menn, er andstygd fyri Gudi!
Fy. Mós. 2, 22-24: Av rivinum, ið Hann hevði tikið úr Ádami, myndaði Gud Harrin kvinnu og leiddi hana til Ádam. Tá segði Ádam: "Hesa ferð er tað bein av mínum beinum og hold av mínum holdi! Hon skal eita kvinna, tí av manninum er hon tikin." Tí fer maðurin frá faðir og móður og heldur seg til konu sína, og tey bæði verða eitt hold.
Maðurin fer frá faðir og móður, tí tað skal ein av hvørjum kyni til fyri at skapa eitt nýtt menniskja. Og hann fer og heldur seg til konu sína. Tí tað var ein kvinna, ið Gud Harrin skapti til mannin. Kennir tú Gud nú?
Triðja Mós. 18,22: Tú mást ikki liggja hjá mannfólki, soleiðis sum ein liggur hjá kvinnu ? tað er andstygd!
Vónandi skilir tú, at menniskjað var skapt sum maður og kvinna. Men sum rómbrævið sigur, so høvdu tey jú skift sannleika Guds um við lygn og ærdu og dýrkaðu skapningin fram um skaparan. Róm. 1,25.
Hetta er ikki Guds vegur, men menniskjans. Tað er ikki eitt einasta stað í allari Bíbliuni, sum gevur nakað boð, ella lærir okkum um slíkan andstyggiligan kærleika millum menn!
Mín áheitan til tín er tí; lær Gud at kenna áðrenn tú sleingir slíka villleiðandi læru út millum menniskju, í einum landi sum enn, lovaður veri Harrin, heldur seg reinan á hesum økji. Enn eru tær "neyðugu lógirnar" ikki gjørdar sum geva gjeikarum/samkyndum somu kor í Føroyum sum í hinum norðurlondum.
Lati ikki Guds bann koma yvir hesar oyggjar!