Vit, Turið Johannesen og Nicolina Lamhauge, eru tvær føroyskar gentur, sum í løtini ganga a Red Cross Nordic United World College í Noreg. Av tí at vit hava frætt, at umsøknarfreistin at søkja inn á skúlan komandi skúlaár nærkast, vilja vit báðar í stuttum siga eitt sindur um sjálvan skúlan, og hvat hann bjóðar.
Um tú hevur hug at fara heimanífrá at royna okkurt nýtt, og um tú ert opin fyri at læra nýggj fólk at kenna, so er hetta ein møguleiki hjá fyrstaársnæmingum í miðnámskúlunum í Føroyum.
Sum flestu fyrstaárs-næmingar, ið ganga í studentaskúlunum helst vita, so eru tey bæði seinnu árini, ið resta í til ein eftir tógvið stríð stoltur kann seta húgvuna á høvdið, mangan stravin og eingin dansur á rósum. Tað sama kann eisini sigast um hendan skúlan. Skúlatingini eru ofta nógv, og teir fyrstu mánaðarnir, ein er her á skúlanum, eru strævnir. Eisini tí at undirvísingin og aðrir aktivitetir fara fram á enskum.
Sum heitið á skúlanum ber boð um, so er tad ein altjóða skúli. Vit eru 200 næmingar á skúlanum, ið umboða 82 ymiskar tjóðir. Næmingarnir búgva í 5 ymiskum húsum, sum øll liggja sera nær við hvørt annað, vid 40 næmingum í hvørjum húsinum, tað eru 8 kømur í hvørjum húsi. Hetta merkir, at 5 næmingar búgva i hvørjum kamari. Ta fyrstu tíðina, ein er her á skúlanum, kann tað virka eitt sindur løgi at liva so tætt upp at fýra øðrum fólkum, sum ein als ikki kennir, og sum koma frá umstøðum, sum eru heilt øðrvísi enn tey, vit eru von við heimanifrá. Sum tíðin gongur venur ein seg tó við tað. Tað er sjálvandi onkuntíð troyttandi, at tú ikki kann læsa hurðina og bara skrúa tónleikin hart frá, men tað er eisini deiligt, tá tú kemur heim úr skúla og hevur hug at tosa við onkran, og tín ?roommate? er har. Einum nýtist ikki at kenna seg einsamallan.
Út yvir ta vanligu skúlagongdina, eru nógv onnur ting at takast við. Tað er á hesum økinum, at hesin skúlin víkur mest frá tí, vit eru von við. Sum partur av undirvísingini er tað kravt, at allir næmingar hava tvær ?challenges?, - beinleiðis umsett merkir tað avbjóðingar. Hesar avbjóðingarnar hava vit eina ferð um vikuna í uml. 2 tímar hvørja ferð. Tær stendur frítt, hvat tú velur. Tað er nógv at velja ímillum. Tað kann t.d. vera fjallaklintring, fjallasúkkling, gera ítriv vid brekaðum, læra at verða lívbjargari. Sum ein partur av øllum uttandurða aktivitetunum fær ein møguleika at standa á skí um veturin. Um tú ikki ert ein, sum tímir so væl at røra teg, so kanst tú eisini velja at læra at gera filmar, tú kanst gera skúlablaðið. Tað er altíð okkurt, sum passar til øll.
Umframt hesar aktivitetir, skipa bæði lærarar og næmingar fyri ymsum frítíðarítrivum. Tad er upp til tann einstaka, hvussu han velur at skipa sína frítíð. Møguleikanir eru nógvir. Ein úr Jordan kann læra teg at skriva arabiskt, ein úr Ethiopia kann læra teg ethiopiskan dans, ongin nýtist vera bangin fyri, at hann kemur til at keða seg.
Meðan vit hava lisið her á United World College, kunnu vit báðar vera samdar um, at vit hava fingið eitt betri innlit í ymisk altjóða mál sum henda í dag, og sum hava verið aktuell upp ígjøgnum tíðina. Av tí at skúlin sum sagt er ein altjóða skúli, vid næmingum við sera ymiskum bakgrundum, fáa vit tíðindini ikki bara ígjøgnum fjølmiðlarnar, men eisini frá okkara floksfeløgum ella teimum, sum tú býrt saman við ella bara vinunum. Hesir hava sjálvi upplivað hendingarnar.
Ígjøgnum skúlan fær ein eisini innlit í teir møguleikar, ið liggja opnir fyri einum eftir lokna skúlagongd. Um ein kundi hugsað sær at roynt okkurt annarleiðis, er møguligt millum annað ígjøgnum skúlan at søkja um at sleppa til t.d. Kina í eitt ár, har ein kann undirvísa í enskum, til Mið- ella Suduramerika har ein kann arbeiða vid gøtubørnum, til India har ein hevur møguleika at hjálpa til á barnaheimum
Um ein heldur kundi hugsað sær at hildið fram vid lesnaði alt fyri eitt, liggur heimurin eisini opin fyri einum. Umboð frá universitetum í ymsum londum t.d. Norduramerika, Canada, Englandi og Belgia koma á skúlan at halda fyrilestrar, og tá hevur mann møguleika at tosa við tey vitjandi. Hetta økir nógv um møguleikarnar fyri at sleppa inn á universitet aðrastaðni.
Tá tú ert liðugur her aftaná tvey ár, hevur tú eitt IB prógv. Tað kann sammetast við studentsprógv.
Stutt kunnu vit siga, at vit eru glaðar fyri at vera á skúlanum. Tað er ein stór avbjóðing og sera læruríkt. Um tit ivast í nøkrum viðvíkjadi skúlanum, er møguleiki at leita inn á heimasíðuna hjá skúlanum, og har fáa fleiri upplýsingar. Addressan er: www.rcnuwc.uwc.org
Heilsan Turið og Nicolina
Red Cross Nordic United World College
N ? 6968 Flekke
Norge