Kríggið er av, og Irak skal byggjast uppaftur. Londini í vesturheiminum kappast um at bjóða seg fram og senda pengar og fólk til krígsrakta økið.
Í næstum fer eitt fólk úr Føroyum til Irak at byggja land. Talan er um Tommy Petersen, løgfrøðing, sum kanska er mest kendur fyri sína tíð sum almannastjóri. Herfyri var hann útsendur av DANIDA til Nepal, har hann arbeiddi í tvey ár við at menna og spjaða umsitingina í einum nýggjum fólkaræði. Nú er hann ráðgevi í føroyska oljumálaráðnum, har hann serliga fæst við orku og umhvørvisvernd.
Tommy Petersen hevur staðið á einum lista í danska uttanríkisráðnum yvir persónar við royndum og fakkunnleika, sum kunnu traðka til, um brúk er fyri teimum úti í heimi. Uttanríkisráðið var eftir øllum at døma so væl nøgt við hansara avrik í Nepal, at boð vóru send eftir Tommy, nú Irak skal hjálpast á føtur og broytast til eitt demokratiskt land eftir mong ár undir harðrenda stýri Saddams.
? Eg gleði meg og eri øgiliga spentur. Uppgávan hevur víðar karmar, og vit skulu í stóran mun sjálv skapa innihaldið saman við irakum. Vit skulu vera við til at leiða økið inn í eina umsitingarliga siðvenju, sum vit kenna frá meiri opnum samfeløgum, og tað er ein stór avbjóðing, sigur Tommy Petersen.
Bretskt stýrt øki
Tommy Petersen verður í økinum kring býin Basra í suðurpartinum av Irak. Hetta er eitt av teimum fýra fyrisitingarligu økjunum, sum Irak varð býtt upp í eftir kríggið. USA hevur leiðsluna í hinum trimum økinum, men Bretland hevur yvirskipaðu stýringina í sunnasta økinum, sum gongur frá markinum til Kuveit norður ímóti Bagdad.
Danski ambassadørurin í Sýria, Ole Wøhlers Olsen, er sivilur stjóri í bretska økinum og hevur ovastu umsitingarligu ábyrgdina. Danmark hevur sett 350 milliónir krónur tilsamans av til at byggja Irak uppaftur, sum eru býttar í 180 milliónir krónur til neyðhjálp og 170 milliónir krónur til uppbygging.
Millum tey, sum skulu til Irak at leggja lag á, eru dómarar, politistar, heilsustarvsfólk og umsitingarligir persónar. Í tøttum samstarvi við lokalar kreftir ræður um at fáa landið aftur á føtur og virka meiri opið eftir vesturlendskari fyrimynd, men á arabiska grund.
? Fólkini í økinum eru sum heild væl útbúgvin, so vit skulu ikki læra tey. Eg síggi ikki meg sjálvan sum ein lærumeistara, men meira sum eitt hjálparfólk. Vit skulu í felag byggja upp og menna eina skipan, ið hevur til endamáls at hjálpa fólkum heldur enn at stýra teimum, sum hevur verið lagið undir ræðslustýrinum hjá Saddam Hussein. Fólkini kenna konseptið við demokratiskari umsiting, men tey hava ikki upplivað hana, og tí kunnu vit hjálpa til, sigur Tommy Petersen.
Eitt lag er burtur
Í Nepal upplivdi hann nakað líknandi, sum hann kann koma út fyri í Irak. Fólk vóru von við, at alt var miðstýrt. Tey tordu ikki at taka avgerðir sjálv, og bíðaðu eftir boðum úr erva, áðrenn nakað varð gjørt.
Nú er eitt lag av leiðarum burtur, sum hoyrdu upp í harkaliðið hjá Saddam Hussein, og tí verða avgerðirnir fluttar út, nærri borgaranum.
? Vit skulu fáa tað lokala at rigga. Tað ræður um at fáa alt tað lívsneyðuga at virka í einum milliónabýi, sum er komið undan einum ræðslustýri og einum kríggi. Vit skulu ráðgeva um, hvussu umsitingin virkar meiri desentralt og opið ímóti borgaranum, sigur Tommy Petersen
Ein balansugongd
Basra er ein gamal miðdepil, er havnabýur og hevur verið ein handilsæðr frá gamlari tíð. Í sjálvum Basra eru 1,4 milliónir íbúgvar, og í øllum økinum, sum Ole Wøhlers hevur ábyrgdina fyri, búgva tilsamans 4 milliónir fólk.
Økið er hampuliga væl fyri eftir kríggið, men trupulleikar kunnu sjálvandi standast av, at hjálparfólkini koma inn í landið í kjalarvørrinum á einari innrás frá fremmandari hermegi.
? Tað er ein balansugongd. Sjálvandi kunnu konfliktir íkoma, tí vit koma inn uttanífrá uttan at vera bjóðað. Men vit hava hinvegin boðið okkum til at gera ein humaniteran innsats, so eg rokni við, at vit eru vælkomin. Grundleggjandi eru arabar gestablíðir, so eg ræðist ikki, sigur Tommy Petersen.
Tey hava fingið ein irakskan tulk, sum eisini skal ráðgeva um lokal viðurskifti. Harafturat er tað helst ein fyrimunur, at danski leiðarin hevur eina konu úr Algir, er konverteraður til Islam og hevur búð nógv ár í Miðeystri og tosar arabiskt.
? Tað ræður um at stinga fingurin í jørðina og hyggja eftir, hvussu tey plaga at gera. Eg fati meg meira sum ein, ið skal ganga ímillum, seta spurningar, lurta og geva góð ráð, heldur enn ein, sum kemur at fortelja teimum, hvussu tey skulu gera, sigur Tommy Petersen.
Ímóti Saddam
Oyðileggingarnar eru ikki so ógvusligar av krígnum í sunnara parti av Irak, og mótstøðan ímóti fólkum uttanífrá er minni enn aðrastaðni. Tá samanum kemur er tað kanska ein fyrimunur, at tey flestu í økinum, sum eru shiamuslimar, vóru ímóti stýrinum hjá Saddam Hussein, áðrenn hann fall. Tey settu seg ikki til mótverju, tá innrásin kom, tí tey hava verið fyri hørðum ágangi í nógv ár.
? Økið er ikki í humaniterari neyðstøðu av krígnum, og tær grundleggjandi tænasturnar virka hampiliga væl, hóast kríggj hevur verið. Men júst tað, at Saddam Hussein royndi at pína økið, tí hansara mótstøðufólk vóru í økinum, er ein partur av avbjóðingini. Fyri at stýra økinum við harðari hond leiddi Saddam Hussein vatn burtur, svøltaði og gjørdi skaða, og tí skal nógv rættast, greiðir Tommy Petersen frá.
Uppgávan er ásett at vera í eitt hálvt ár, og Tommy Petersen fer avtað áðrenn ólavsøku. Hann er tann einasti úr Føroyum, sum er sendur avstað, og einans 8 til 10 danskarar fara í líknandi uppgávum.