Til Ivan um SVF

Bogi Hansen

 

Her fyri bað Sosialurin meg um viðmerkingar til, at Sjónvarpið sendi ”Svik við upphitingini av jarðarknøttinum”, ein sonevnd dokumentarsending frá bretsku sjónvarpsrásini Channel 4. Viðmerkingin var í Sosialinum 10. september, har eg millum annað segði sendingina vera eina ”blanding av avoldaðum úrslitum, reingjan av úrslitum og beinleiðis ósannindum”. Og eg fanst at SVF fyri at senda hana.

Í sama blaðið svarar Ivan Niclasen, programleiðari, at SVF kann ikki sensurera. Hann sigur m.a. ”Tá ósemja er millum vísindafólk, kunnu vit ikki velja at vísa tað áskoðanina, sum ein meiriluti stendur fyri”. Og hann sigur fremstu uppgávuna hjá teimum vera ”at vísa ymisk sjónarmið”. Her eru fleiri misskiljingar.

Tann fyrsta misskiljingin er, at ósemja er millum vísindafólk í hesum máli. Tað er tað ikki. Jú, OK. Tað finnast serfrøðingar, sum siga, at vit hava ikki ella fáa ikki veðurlagsbroytingar av mannaávum; men teir eru ógviliga fáir. Fyri tjúgu árum síðan vóru teir kanska í meiriluta. Fyri tíggju árum síðan vóru teir framvegis nógvir. Í dag hava næstan allir broytt meining, tí prógvini eru nú so týðilig.

Men, onkur er sjálvandi eftir, sum heldir uppá tað gamla. Tá grundarlagið fyri einum øki broytist so skjótt, krevst at granskarar duga at fylgja við og skifta áskoðan, tá nýggj vitan kemur; men tað eru ikki øll, sum klára tað. Í nógv ár hava nøkur fólk sitið og roynt at vissa øll um, at her var ongin vandi. Fyri 10-20 árum síðan kundu tey kanska gera tað, tí prógvini vóru ikki so fullkomin. Í dag vita vit so nógv um henda spurningin, at her er næstan onki at ivast um. Men ongum av okkum dámar at viðganga, at vit tóku feil.

Tað sigst, at tað framvegis finnast læknar, sum halda uppá, at royking ikki er skaðilig. Tað merkir ikki, at nøkur ósemja er millum vísindafólk um hetta. Tað merkir bara, at í einum stórum hópi finnast altíð onkur tvørbøll, sum halda uppá tað øvuga av øllum øðrum. Fert tú verðina runt og pilkar hesi heilt fáu fólkini út, so kanst tú gera eina sending sum hesa; men hon umboðar ikki nakra ósemju millum vísindafólk.

 

Tann næsta misskiljingin er, at her er talan um tvey ymisk sjónarmið. Tað er tað ikki. Tú kanst hava ymisk sjónarmið um politik. Skulu vit hava nógvan skatt ella lítlan skatt. Tað eru tvey ymisk sjónarmið. Men tú kanst ikki hava ymisk sjónarmið um lítlu tabel, sum dømi. 2 + 2 er 4. Tað ber ikki til at hava ymisk sjónarmið um tað. Ikki, um tú er heilt í ordan, í hvussu er. Ella tak eitt annað dømi. Tað finnast mær vitandi enn fólk, sum siga, at jørðin er ikki rund, fløt. Er hetta tvey ymisk sjónarmið? Nei! Annað er rætt, og hitt er skeivt.

Um onkur hevði gjørt eina sjónvarpssending, sum við flottum teknikki royndi at vissa fólk um, at jørðin er veruleikanum fløt. ”Alt hitt tvætlið um eina runda jørð er propaganda frá korruptum granskarum, sum vilja tryggja sær pengar við at granska eina runda jørð”. Um onkur kom til SVF við eini tílíkari sending, høvdu tit so sagt: ”Ja, hetta er eitt sjónarmið. Sjálvandi mugu vit senda hana”? Nei. Vónandi ikki. Tí her er ikki talan um tvey ymisk sjónarmið, sum hava sama virði. Annað er rætt. Hitt er skeivt. Jørðin er rund; ikki fløt.

Og soleiðis er við hasi sendingini hjá tykkum. Ikki tí. Tað ber til at hava ymisk sjónarmið um veðurlagsbroytingar. Tað ber til at siga: ”Jú, eg veit, at veðurlagið broytist av mannaávum; men eg leggi onki í tað. Eg vil heldur hava tað gott nú og so taka avleiðingarnar, tá eg verði gamal ella lata eftirkomararnar fáa teir”. Hatta er eitt sjónarmið. Ikki eitt serliga moralskt sjónarmið, haldi eg, men eitt sjónarmið.

Men tað var ikki hatta, sum sendingin hjá tykkum segði. Hon segði (skorið út í papp): ”Tað eru ongar veðurlagsbroytingar av mannaávum. Hatta er heilaspuni frá korruptum granskarum”. Tað er ikki eitt sjónarmið. Tað er eitt uppáhald. Og har vóru ongar haldgóðar grundgevingar. Úr enda í annan var handa sendingin ein blanding av lygnum, vreingjan og heilaspuna. Men ikki eitt sjónarmið.

 

SVF kann so sjálvandi siga: “Jamen, hvussu kunnu vit vita tað ? Vit kunnu ikki hava serfrøðingar innan øll øki, sum kunnu meta um trúvirði á øllum sendingum”. Tað er sjálvandi rætt; men har eru dómstólar. ST hevur t.d. ein bólk IPCC (Intergovernmental Panel on Climate Change), har hundraðtals serfrøðingar javnan gera metingar. Ella tit kunnu eftir einari løtu “Googla” tykkum eina rúgvu av upplýsingum um feilirnar í hasi sendingini. Men, sjálvandi, um SVF trýr úppáhaldinum í sendingini, at meirilutin av teimum, sum granska í hesum, eru korruptir forførarar, so mugu tit ivast.

 

Nei Ivan. Hetta er ikki ein spurningur um sensur ella ikki. Hetta er fyrst og fremst ein spurningur um fjølmiðlaetikk og fjølmiðlapolitikk. Etikk, tí at her er talan um keldukritikk. Roynir SVF at tryggja sær, at sonevndar ”dokumentarsendingar” byggja á álítandi keldur, ella skal bara alt slúkast, sum fyri kjaftin rekur ?

Og tað er ein spurningur um fjølmiðlapolitikk. Hvat er uppgávan hjá SVF? Er tað ein stovnur, sum fyrst og fremst skal upplýsa og menna fólk, sum vit øll fingu at vita, tá Sjónvarpið í sínari tíð varð sett á stovn. Ella er tað ein fyritøka, sum skal tryggja sær so nógvar kundar (hyggjarar), sum gjørligt, í kappingini við aðrar fjølmiðlar innan og uttanlands.

Um tað er hetta seinna, so er bara at finna fleiri sendingar av hasum slagnum, tí okkum dámar øllum hetta slagið av sjónvarpi. Søgur um korruptar granskarar, sum villeiða allan heimin. Søgur um tann djarva einaran, sum roynir at berjast móti meirilutanum. Og so ikki minst tað, at serfrøðingarnir, sum halda seg vera so klókar, taka feil allir samlir. Hetta er alt nakað, sum fangar okkum menniskju.

So tit kunnu vera heilt vís í, at hatta eru sendingar, sum fólki dámar at síggja. Vil SVF hava so nógvar hyggjarar, sum gjørligt, so er bara at senda meiri av hasum slagnum. Prísurin er, at hyggjarin verður lumpaður, og at onki verður gjørt fyri at minka um avleiðingarnar av veðurlagsbroytingunum. Rokningina fáa vit á ellisárum og okkara eftirkomarar.