Til Jóhan Hendrik

Í Sosialinum nr. 11 tann 17. januar í ár hevði undirritaði eina frásøgn frá hátíðarløtuni, tá Mentanarvirðisløn Landsins og Heiðursgáva Landsins vórðu handaðar. Í hesum sambandi skrivaði eg, at Jóhan Hendrik Winther Poulsen í røðu sínari til Axel Tórgarð nýtti "høvið at siga sína hugsan um mentunar- og miðlapolitikkin í dag á hesum stovni (ÚF), sum, hann segði, var dottin niður á langlegg". Sama dag skrivar Dimmalætting um røðuna hjá Jóhan Hendrikki: "Tá Axel Tórgarð ikki longur var har (í ÚF), datt innihaldið á hesum stovninum niður á langlegg, sum hann málbar tað".
Hvørki av bløðunum hevur endurgivið røðaran rætt. Jóhan Hendrik segði einki um mentunar- ella miðlapolitikk Útvarpsins í røðuni, men meinti bert við teljingarlagið, sum ofta var at hoyra fyri umleið 40 árum síðani, og sum nú sambært røðaranum var dottið av tjóleggi niður á langlegg.
Eg vóni, at Jóhan Hendrik fyrigevur mær mistakið.