Silvur hava tit skrivað,
vóni gull tit uppliva.
Í tykkara verð
hevur tað verið eins og Skarðsá á ferð,
givið lív
við síni vætu - skamt ífrá,
til hugans heim
og lívsins gleim,
steintinnur,
mýrusólju ljósa,
við fløtt og áarósa,
Djúpkullu, Gamla svimjihyl
og hvørt eitt gyl
við lagd og áarhyl.
Hetta var tykkara lutur,
at hoyra Skarðsá teska
og dropan leska
uppi í Botni,
um Botnsbrúgv og Rossarygg,
har løkir og dropar smáir
gjørdu stórar áir
um lagd og lágir.
Ein av teimum var lívsins á,
sum eitur Skarðsá,
sum kvað og sang í dur og mol -
øgilig á vetri
og í grimdarregni,
men yndisvøkur
á summardøgum
við sálmaløgum
um fragdarlív,
um børn og vív
eins og bassur í kóri stinnur -
sum Kristian,
har lag tú lynnur,
fyri tær og Káru -
unnustu tína -
inn at hjartarót finnur.
Har er tykkara Skarðsá,
hon sum hevur runnið
í tykkara hjartarótum
á lívsins mótum.
Al oftast var áin møk,
og onkuntíð var hon stríð,
men hetta er tað, sum øllum er beskorið
á lívsins leiðum vorðið.
Hjartaliga til lukku
á tykkara brúdleypsdegi
og við Skarðsá
í sínari megi.
Frits