Leygardagin spæla sørvingar seinasta dystin í einum minniligum kappingarári. Í ár eru tað júst 100 ár síðani, at SÍ var sett á stovn, og hetta valdi mansliðið hjá sørvingum at hátíðarhalda við at vinna greipuna.
Møta gomlu meistarunum
Tað er eisini rættuliga hóskandi, at tað er júst í Klaksvík móti Mjølnir, at SÍ fær handað steypið og heiðursmerkir, tí klaksvíkingarnir vóru jú meistarar í fjør, og harafturat var Mjølnir jú eisini mótstøðuliðið hjá SÍ í steypafinaluni.
Dysturin hevur sum so einki at siga, men tað man verða lítið at ivast í, at sørvingar fegnir vilja enda kappingarárið við maner og prógva enn einaferð, at teir hava nógv tað besta liðið í landinum. Hinvegin vilja klaksvíkingar óivað eisini vísa, at tað framvegis er dugur í teimum.
Ein annar dystur er í meistaradeildini hjá monnum leygardagin, og hann er á Kambsdali, har ÍF fær vitjan av Fleyr. Hesin dysturin hevur heldur ikki nakran serligan týdning, tí Fleyr liggur á einum tryggum bronsuplássi, meðan ÍF liggur púra trygt á fjórðaplássinum.