Til Klaksvíkar fyri 10 kr

Sáttmáli er nú komin í lag millum Klaksvíkar kommunu og Strandfaraskip Landsins um kostnaðin á Kalsoyarleiðini.

Hesin nýggi sáttmálin ger, at borgarar í Kalsoynni sleppa til Klaksvíkar fyri 10 kr.

Sáttmálin fevnir um allar íbúgvar á Kalsoynni, ið eru borgarar í Klaksvíkar kommunu. Somu borgarar fáa allir útflýggjað eitt samleikaprógv, ið skal vísast við fráferð. Upphæddin, sum tey ferðandi gjalda við fráferð er 5 kr. fyri børn 15 ár og yngri, meðan ung 16 ár og eldri gjalda 10 kr. fyri túrin.