Frítíðarskúlin við Botnánna og Úthangið!
Sum vitjandi kendi eg hita og møtti sera jaligum starvsfólki. Børnini hugnaðu sær við spæli.
Vit tosa um frítíðarskúlan við Botnánna í Kollafirði.
Men at síggja húsini, - køk, stovu og rúm yvirhøvur, gav ein kvøkk. Hetta kunnu vit ikki bjóða okkara borgarum, tað verði seg vaksnum, børnum og ungum í 2020.
Karmarnir vóru so úti av lagi, at ivi slettis ikki kann verða um, at nýggir mugu fáast til vega beinanvegin.
Virksemi er eisini karmur um Úthangið, tað er klubbavirksemi fyri ung.
Vit eiga at gera ábøtur og dagføra verandi frítíðarskúla, eins og nýggjur bygningur eigur at koma ístaðin fyri bingjurnar, til Úthangið.
Staðið og umhvørvið er ein sonn perla, sum við nýggjum kørmum verður eitt paradís.
Hetta má á skrá sum skjótast!
Bergun Kass,
býráðslimur og valevni fyri Framsókn