Til kvinnuna við busssteðgiplássi í SMS fríggjakvøldið 30.11.2012 uml. Kl 19:30

Dan av Lofti
------
Tá eg kom gangandi við hundi mínum eftir R. C. Effersøesgøtu, bleiv hann knappliga púra frá viti og sansi.
Hevði ongan hóming av, hvat var áfatt. Høvdu júst gingið langan tein uttan nakran truppuleika. Mitt í tí heila fer hann at leika í.
Fer at goyggja, hvína og leggur seg síðani á asfaltið.
Mín elskaði Terry var ikki at kenna aftur. Hann broytti ham eftir einum eygnablunki.
Royndi at sissa hann, men hetta var vónleyst. Hann hevði hug at glepsa eftir mær, tá eg vildi kanna, hvat møguliga var galið. Hann hevur gott, stútt kroppsbelti, tá vit ganga. Eg tók hetta av fyri at vita, um tað møguliga var komið skeivt fyri, meðan vit høvdu gingið. Kanska var tað pína frá hesum !? men so var ikki. Eingin hevði gingið nærhendis okkum, so tað var ikki tí, hann var blivin so ræddur. Vist ikki hvat tað var, sum kundi havt gjørt hann so bangnan mitt í tí heila. Eingin bilfloyta ella rakett-buldur, og heldur ikki hevði hann traðkað í glassplitni.
Stóð púra hjálparsleysur mitt á R. C. Effersøesgøtu, tá hendan fitta konan hinumegin vegin (við busssteðgiplássi) rópar yvir til mín og spyr, um eg havi brúk fyri hjáp/vegleiðing... hon spyr meg, um eg veit, hvat er galið !? eg svarið nei! hon greiður mær frá, at tað er saltið á gonguteiginum sum hevur sett seg undir labbarnar, og hetta er nakað, sum er ógvuliga pínufult fyri hundar. Hon ráddi mær til at bera hundin hiðani, og so eg gjørdi. Fór í sms-garðin og í eini vatnholu kundi síðani skola honum um labbarnar. Vit hava aldrin verið út fyri nøkrum slíkum við hundinum áður. Hava átt hann 4 ár og hava mangan gingið á saltvegi uttan trupulleikar. Ein sera ræðandi hending, sum eg aldrin vil uppliva aftur. Hundurin misti kontrollið á sær sjálvum, og eg bleiv ræddur. Sá hvussu ringt hann hevði tað av hesum.
So enn einaferð takk til tín fitta kvinna við busssteðgiplássi í SMS fríggjakvøldið
30.11.2012 uml. Kl 19:30. Takk fyri tú gav mær vegleiðing/hjálp. Tú kundi bara latið sum luft. Men títt góða hjarta vildi hjálpa. Ynski tær ein hugnaligan desembermánað og gleðilig jól til tín og annars allar vinir og kenningar.