Upsi og prísur
- Eg kundi hugsað mær, at eitt skip, sum lá á fiskifeltinum, tók trolposan inn so hvørt, sum hálað verður. Fiskurin verður beinanvegin koyrdur í ísvatn og køldur. Hann verður samlaður saman og førdur til lands daggamal og ókruvdur. Skipini, ið tóga, kunnu fáa trolposan aftur so hvørt ? ella, meðan tey tóga við einum øðrum trolposa undir.
Jørgin Bech sigur, at fiskurin nú verður førdur til lands og virkaður á tann hátt, at upsaflakið verður býtt í tvey ? tann hvíti parturin av flakinum fyri seg og spiklagið fyri seg.
- Slíkar royndir meti eg kunnu byrja beinanvegin og áðrenn maskinan, sum brúkast skal til endamálið, er tøk, kann upsin arbeiðast uppi á landi við handamegi. Síðan skal vøran marknaðarførast í tveimum, har tað hvíta flakið sum flak ella portiónir verður selt fyri seg og tað, ið eftir ? tað myrka spiklagið - fer fyri seg.
Hann vísir á, at ein trupulleiki við upsanum er, at fiskurin gerst misjavnur til dygdar, tá ið hann liggur leingi á dekkinum. Hálini eru stór, fiskurin smáur, og tað tekur sjálvsagt sína tíð hjá manningini at fáa fiskin kruvdan og ísaðan.
Jørgin vísir á, at vit fiska eini 40.000-50.000 tons av upsa um árið, og kemur bert eitt oyra aftrat rávøruprísinum, er ein hálv miljón krónur meira at tjena ? og 10 oyru í meirprísi geva 5 miljónir!
Hann sigur, at fekst upsin daggamal og ókruvdur til lands, høvdu eisini møguleikar ligið í at fingið okkurt burtur úr innvølunum.
- Eg ivist onga løtu í, at slíkar royndir høvdu verið viðvirkandi til, at vit fingu ein hægri upsaprís, sigur Jørgin Bech.