Hálvan tíma áðrenn dysturin skuldi byrja, var Ráðhúsplássið longu fult at síggja til frá 20. Hædd á Radisson SAS Royal Hotel, har man eisini kundi síggja yvir til Svøríkis í góðveðrinum, sum var henda dagin. Best var at fara oman og fáa sær eitt pláss, um nakað var at fáa.
Ráðhúsplássið
var reytt
Stórur partur av teimum fólkunum, sum høvdu valt at seta seg á Ráðhúsplássið at hyggja eftir dystinum í besta sólkskinsveðri og 25 hitastigum, høvdu latið seg í okkurt plaggið, so at týðuligani sást, at hetta vóru viðhaldsfólk hjá Danmark. Eisini vóru nógv donsk fløgg at síggja kring alt plássið.
Undan dystinum var kendi fjølmiðlamaðurin, Hans Otto Bisgaard, á pallinum framman fyri stórskíggjan og royndi at fáa fólk at koma í rættan fótbóltshýr, men tað vóru tey flestu longu frammanundan.
Beint áðrenn dysturin varð settur í gongd, vóru tjóðsangirnir spældir. At standa inni á Ráðhúsplássinum ímillum túsundtals danir, sum av fullum hjarta sungu »Der er et yndigt land«, fekk tað at renna tær kalt niður eftir rygginum.
Havi áður upplivað tað í samband við landsdyst í gomlu Ítróttarparkini, men hesaferð sungu tey fyri nøkrum monnum, sum vóru
staddir nakrar túsund kilometrar longur suðuri í franska býnum Lyon.
Dysturin
Beinan vegin, sum dómarin hevði bríkslað dystin í gongd, sást, at franskmenn ætlaðu sær at vinna. Danir høvdu ilt við at fóta sær, og hetta fekk skjótt fólkið inni á Ráðhúsplássinum at ilskast.
Ikki var nógv tíð farin, tá ið italski dómarin Pierluigi Collina dømdi brotsspark til
franskmenn, tí at Jes Høgh hevði tikið beinini undan evnaríka Monaco-áleyparanum David Trezeguet. Øll, sum hava eitt rímuligt skil fyri fótbólti, sóu, at hetta var eitt klárt brotsspark, men tað vóru nógvir danir á Ráðhúsplássinum, sum ikki vóru samdir í hesum. Tað skal tó sigast, at nógvir av hesum broyttu meining, tá ið teir sóu hendingina í spakuligari endurtøku. Peter Schmeichel hevði hondina á bóltinum, men fekk ikki forðað fyri at hann fór í málið, og so vóru danir við undirlutan.
Leiðslumálið hjá franskmonnum fekk fjáltur í donsku fjøldina. Ei heldur batnaði støðan av danska spælinum, tí at danska landsliðið spældi serstakliga vánaligt hesa løtuna.
Nógv ókvæmisorð blivu oyst oman yvir donsku spælararnar, sum teir tíbetur ikki hoyrdu, og sum heldur ikki tola at koma á prent her í blaðnum.
Stutt fyri hálvleik kom tó ein glotti, sum fekk mannamúgvina á føtur. Danir fingu eitt fríspark stutt uttan fyri franska brotsteigin, sum Micheal Laudrup skjótt avgreiddi yvir til Martin Jørgensen, og tá hesin kom inn í franska brotsteigin, bleiv hann rendur um koll av franska verjuleikaranum Candela. Dómarin ivaðist ikki og dømdi brotsspark til danir. Hvør einasta sál á Ráðhúsplássinum ýldi av frøði, longu áðrenn brotssparkið bleiv avgreitt. Liðskiparin, Micheal Laudrup, var tó ósvikaliga tryggur, tá ið hann sendi bóltin í franska málið, meðan øll mannamúgvan á Ráðhúsplássinum stóð uppi í spenningi og tøgn. So skjótt, sum bólturin fór um málstrikuna, var larmurin so stórur, at umsjónarmaðurin á gamla heimavøllinum hjá
føroyingum í Landskrona óivað hevur hoyrt rópini heilt til Svøríkis.
Hálvleikssteðgurin gekk skjótt, tí at lagið var óføra gott á dønum, nú teir høvdu javnað og haraftrat tømt enn fleiri av teimum grønu fløskunum við tí svalandi drykkinum.
Seinni hálvleikur
Ikki gekk long tíð í seinna hálvleiki, so legði Arsenal-leikarin Emanuel Petit franskmenn á odda aftur.
Danska fjøldin var við at gerast greið yvir, at teir fóru neyvan at fáa nakra úrtøku burturúr hesum dystinum, men hetta nervaði ikki teir, tí at tað frættist, at hin dysturin í bólkinum lagaði seg væl eftir donskum ynski, og at Danmark tískil fór at koma víðari.
Av somu orsøk var mannamúgvan rættiliga órólig síðstu løtuna, og nógv hugsaðu meira um at práta og drekka øl, heldur enn at fylgja við á hvussu leikur gekk á stórskíggjanum.
Dysturin fekk sín enda, og danir taptu, men eingin sorg var at síggja á teimum málaðu andlitunum á Ráðhúsplássinum, tí at danir vóru jú komnir í áttandapartsfinaluna, hóast teir taptu.
Men ikki var nøkur serlig gleði at síggja, og ei heldur var nakað serligt lív í býnum um kvøldið, hóast onkrir danir leitaðu sær oman í Nyhavnina at skola ósigursgleðina niður við onkrum leskiligum.
Stuttligt var at standa millum allar hesar fótbóltsáhugaða danir og hyggja eftir dystinum, og tað rættiliga undirhaldandi at hoyra allar »serfrøðingarnar« siga sína meining um dystin og dómaran.
Løgið, sum fótbóltsáskoðarar altíð eru betri vitandi enn eitt nú venjarar og dómarar.