Til mín góða vin Sakaris Hansen

Eg skal ikki her koma og taka nakað frá tær og tínari grein í Sosialinum 31. okt. 2000, tó má eg koma við eini lítlari viðmerking.

Páll Petersen,

býráðslimur



Tú skrivar um ein borgara á Hamrinum á Argjum sum hevði eitt lesarabræv um vegin niðan á Hamarin, har hann greiddi frá hvussu ringur vegurin var. Undirritaði las sjálvur brævið, meg eg kann vissa Sakaris Hansen, allar borgarar á Hamrinum og aðrastaðni við, at hetta lesarabrævið var ikki orsøkin til at vegurin bleiv asfalteraður, tí hetta arbeiðið var avgjørt frammanundan í Teknisku nevnd, at arbeiði so bleiv gjørt eina viku eftir at onkur hevði skrivað um tað í bløðunum, tað var av berari tilvild. Fyri greinskrivaran hevur lesarabrævið verið skrivað í rættari løtu, tí tað kann tykjast, fyri uttanfyristandandi, sum um at bræv hansara setti gongd á málið. Eg siti sjálvur í Teknisku nevnd og kenni væl til hetta málið.

Nevnast kann eisini, at onnur mál viðvíkjandi Hamarinum, sum Argja kommuna ongantíð fekk gjørt, eisini vórðu samtykt.