Til Marjun Olsen, Næstformann í Suðuroyar Sambandsfelag

Jan Haldansen, Formaður S.Sambandsfelag


Eg bleiv ikki sørt bilsin, tá eg læs bræv tít í sosialinum 30.03-2006.
Er tað virkuliga so galið, at undanfarni formaður í Suðuroyar Sambandsfelag ikki veit betur um limir sínar. Hetta sigur eitt sindur um seriøsitetin hjá tær. Tað er spell at hoyra at tú ikki hevur fingið tann nýggja limalistan í sambandsfelagnum. Mín tilmelding um limaskap bleiv gjørd fyri tveimum árum síðani. Um tú so ikki ert vitandi um tað, sigur okkum meir enn gott er.
Eg veit heldur ikki, um tað er nakað mark fyri, hvussu leingið mann skal hava verið limur í felagnum, áðrenn tú hevur rætt til at gerast formaður.
Hevði tú verði meira seriøs í Suðuroyar Sambandsfelag, so høvdu hesir skeivleikar frá tínum knappaborðið ikki uppstaði.
Tað var nú gott, at nýtt krút kom inn í felagið, ella hevði tað bara sovnað burtur.
Eg eri enn ungur í hesum høpi, men tú mást heldur umhugsað tína støðu, nú tú misti formannspostin til ein í hevur eina meining og sum torur at siga hana.
Sigur man altíð ja og amen so skal ein ikki rokna við at fáa ávirkan.
Um eg havi trýst á nakran eyman knøtt hjá tær viðvíkandi mínum útsøgnum, so eri eg harmur um tað, men veruleikin er ofta beiskur at svølgja.
Eg veit hvat tú segði undir fýra eygum, áðrenn undirskriftina um uppstilling.
Vónandi skrivar tú aftur við eini umbering, um tú hevur rygg til tess.