Tá nýggir bilar fyrstu ferð verða alment sýndir fram, er tað ofta við einari stórslignari framsýning og undirhaldi av ymiskum slagi. Soleiðis var eisini hesaferð. Tiltakið byrjaði í stóru ítróttarhøllini, "Palau Sant Jordi", sum var bygd til Olympisku leikirnar í 1992 í. Tá øll 1500 evropeisku og skandinavisku Mazda umboðini vóru komin uppá pláss á áskoðarapallinum í høllini, fingu luttakararnir eina høvuðtelefon í part, soleiðis at meðan evropeisku Mazda stjórarnir søgdu frá gongdini og framgondini hjá Mazda í Evropa, bleiv tað, sum sagt varð, umsett til ymisk mál. Alt sum gekk fyri seg bleiv víst á stórskíggja. Millum teir sum hildu talu, var stjórin á bilverksmiðjuni í Valencia, har sum Mazda2 verða framleiddir. Hann greiddi frá, at Mazda2 verður gjørdur á somu verksmiðju sum Ford Fiesta, Fusion og Ka. Hóast Ford eigur ein triðing í Mazda, er hetta fyrstu ferð, at ein Mazda bilur verður gjørdur í Evropa. Mazda2 verður bygdur yvir sama plattform sum Ford Fiesta. Men talan er um ein Mazda bil, við øllum tí sum teir eru kendir fyri. Mazda í Japan settu strong krøv til verksmiðjuna í Valencia. Úrslitið er, at bilarnir verða gjørdir í gjøgnumførdum kvaliteti, segði stjórin á verksmiðjuni.
Føroyar sjálvstøðga umboðan
Tá bilarnir blivu avdúkaðir, og alment sýndir fram, sluppu øll Mazda umboðini til bilarnar. Teir blivu kannðir frá øllum síðum, innan og uttan. Eisini vórðu nógvar myndir tiknar. Borðreitt var eisini til øll 1500 fólkini. Føroyska ferðalagið settist við borðið, har føroyska flaggið stóð. Undir borðhaldinum var nógv undirhald, har tónleikabólkar og onnur listarfólk sýndu fram. Størsta "yvirraskilsi" hetta kvøldið var tá ein reyður Mazda RX-8 koyrdi inn á pallin. Eftir eini lítlari løtu hvarv bilurin í allari fólkamongdini, men tað lukkaðist okkum tó at fáa onkrar myndir í kassan. RX-8 er ein sportvognur við 240 hk wankelmotori. Bilurin hevur 4 hurðar og ongan stólpa millum hurðarnar, so tað er eins lætt at seta seg inn á baksetrið sum á forsetrið.
Annars var Barcelona eitt upplivilsi. Ein vakur og rúmligur býur við breiðum og beinum gøtum. Listarverkini og byggilistin hjá kenda arkitektinum og listarmanninum Antoni Gaudi (1852-1926), seta sín heilt serliga dám á býin. Høvuðsverk hansara er kirkjan "Sagrada Familia", ið hevur staðið í gerð síðan 1882.