Til minnis um

Olgu Poulsen f. 16.04.27 - d, 09.06.04
og
Jógvan Poulsen f. 13.07.26 - d. 04.10.04

Nú eru nakrir mánaðir farnir, síðan tit løgdu árarnar inn. Tit fingu eitt langt lív saman og náddu at halda gullbrúdleyp.
Sum ungur var Jógvan sjómaður. Hann fiskaði, sum so mangur, undir Íslandi. Seinni fór hann á garnavirkið á Oyri at arbeiða, og seinastu arbeiðsárini var hann húsasmiður. Jógvan var ógvuliga vælgerin og fekk alt at bera til. Olgamostir var húsmóðir og arbeiddi eisini í nógv ár á garnavirkinum og á skelja- og rækjuvirkinum á Oyri.

Nú tit vóru farin at eldast, fekk Jógvan staðfest álvarsliga sjúku, men hóast tað, so gekk tað hampiliga væl. Olgamostir gjørdi alt fyri at lætta í tí dagliga og hevði stóra umsorgan fyri manninum. Tey vóru altíð saman og vóru so góð við hvørt annað. Lívið var virðismikið og hvør dagur ein gáva. Men Harrans vegir eru ikki okkara, og áðrenn nakar vardi tað, varð Olgamostir brádliga tikin burtur.
Mær untist at vera saman við teimum báðum hesa seinastu løtuna. Vit sótu og hugnaðu okkum við gomlum myndum og prátaðu um tað, sum farið var. Sum altíð, hevði eg eina kenslu av, at hesar løtur høvdu stóran týdning fyri tey, og kendi meg so hjartaliga vælkomna. Sum vit soleiðis sótu í friði og náðum, vórðu boð eftir Olgumostur, og eftir bert lítlari løtu, var hon ikki ímillum okkara longur.
Hetta var ein harður smeitur hjá Jógvani og familjuni, og ikki minst nú tit bæði, Sanna og Jóan Pauli, vóru farin at stákast til brúðleyp.
Eftir at Olgamostir var farin, gjørdist Jógvan alt meira sjúkur, og hugurin at liva var ikki hin sami, nú konan var farin. Men Jógvan dugdi óvanliga væl at bera bæði sorg og sjúku, og hann var tolin og nærverandi til tað seinasta. Tað var týðiligt at hann hvíldi í Harrans lyftum, og at alt var lættari at bera, nú Olgamostir bíðaði honum hinumegin.

Olgamostir og Jógvan fingu tvær døtur, Jonhild og Sannu. Sum børn vóru systkinabarnið Sigtór og eg nógv hjá Olgumostur og vitjaðu, og vit plagdu at skiftast um at sova har okkurt vikuskifti. Hetta komst av, at Jonhild var einabarn í 10 ár. Langt var ímillum húsini, og foreldrini vildu fegin, at Jonhild hevði børn at spæla við.
Hjá Olgumostur og Jógvani var altíð fjálgt og gott at vera, og vit hava nógv góð minni frá barnaárunum. Millum annað, tá ið tú, Jonhild fekst eina lítlasystur. Hetta var ein stórur dagur, og vit gleddust saman við tykkum.
Sum tíðin leið vaks lítla Sanna, og hon var so fitt og vøkur sum ein eingil. Hárið var livandi og so sítt, at tað fjaldi hana. Tað besta eg visti var at hyggja, tá ið Olgamostir greiddi hárið og flættaði tær longu flætturnar.
Olgamostir dugdi væl til hendurnar og seymaði nógv. Einaferð, tá ið eg var smágenta, seymaði hon mær eina dukku. Høvdið hevði hon keypt, men kroppin seymaði hon. Eg sat sum steinrunnin og hugdi at, hvussu hon tilevnaði dukkuna við SINGER seymimaskinuni. Á, sum eg var glað fyri dukkuna og ikki minst tí, at hon júst seymaði hana til mín.
Olgamostir var blíð, og altíð átti hon ein heimabakaðan køkubita, komst tú at vitja. Henni dámdi væl at ganga á bingo, og tað var lívligt og stuttligt, har sum hon var. Jógvan var meira friðarligur og dámdi væl at sita fyri vindeyganum og hyggja út á fjørðin. Hann var gløggur og fylgdi væl við bæði í tí, sum hendi rundan um hann, og úti í heimi.
Olgamostir og Jógvan høvdu tíð at liva og at vera nakað fyri børn, barnabørn og langommu- og langabbabørn, og heimið var altíð ein trygg havn at koma í.
Nú er tómligt, og tit sita spyrjandi eftir, hví alt skuldi ganga so skjótt. Men tá ið á stóð, vóru tit har og troystaðu og hjálptu. Tað var so vakurt, Jonhild, tá ið tú setti alt til síðis og flutti inn at vera um pápan ta seinastu tíðina. Men lívið má ganga sína gongd, og eitt er vist, at foreldur tykkara ynsktu einki meir, enn at tit skuldu hava tað gott og verða glað. Tað vistu tit eisini, og tí fóru tit aftur at fyrireika brúdleypið, Sanna og Jóan Pauli.

Eg fari at takka tykkum báðum fyri, at vit fingu høvið at gleðast saman við tykkum henda merkisdag. Tit vóru so vøkur og eydnusom, har tit sótu saman við børnunum. Jóan Pauli, tú hevur fingið eina stillføra konu við nógvum góðum dygdum. At vaksa upp í einum góðum og tryggum heimi er gull vert. Tað góða, sum vit hava upplivað, fylgir og ber okkum gjøgnum lívið, og vit føra tað víðari til okkara eftirkomarar.
Góða Jonhild og Sanna við familjum, má Harrin styrkja og hjálpa tykkum framyvir.

Heilsan
Sólgerð