Til minnis um Aðalbjørg og Sigurð Joensen, Oyndarfirði

04.12.1922-05.07.2010 (87 ár)/30.05.1920-28.09.2012 (92 ár)

Kvirt er í garði,
lívið er farið
um seinasta snarið,
- nú stilt er í lon.

Skeiðið er runnið,
lívsstríðið svunnið,
málið er vunnið,
- nú stilt er í lon.

Av varðum man kvinka,
av vitum man minka,
enn steinar tó rinka,
- nú stilt er í lon.

Løgd er hvør byrði,
rúmt tykkara gyrði,
øðrum til virði,
- nú stilt er í lon.

Tykkara lyndi,
jaleiki, yndi,
livir í fyndi,
- nú stilt er í lon.













Orð kunnu tagna,
minnini rakna,
tykkum vit sakna,
- nú stilt er í lon.

Nú detta í minni
teir dagar á sinni,
men orð ei eg finni,
- nú stilt er í lon.

Tit út eru borin,
hon undan fór vorðin,
hann sløkti motorin,
- nú stilt er í lon.

Spírar tó næla,
steinarnir tala
boðskapin sæla,
- nú stilt er í lon.

Hann stríddist um vágir,
hon bar sínar náðir,
við lívsvatnsins áir
- nú hvíli í frið!
---------------------

“Dreingirnir hjá mær”, Jóhan Petersen, Glyvrar, Kajfinn Hammer, Kollafirði