Til minnis um abba mín Mads Kristoffur Hentze (Doffa)

f. 25.01.1918 ? d. 09.08.2003

Tað vóru tung boð at fáa at vita, at abbin ikki var millum okkum meira. Eg kom heim á ólavsøku og hóast eg av góðum grundum var í Havn, reisti eg suður at vitja abban. Eg var blivin pápi tann 7. august og tá eg ringdi suður at boða frá hesum, bað eg eisini fortelja abbanum. Abbin hevði verið nakað óklárur tær síðstu tvær vikurnar, men tey søgdu, at hann rópti, at tað vóru góð tíðindi at frætta.
Hóast gleðina um lítlu dóttir mína, var tað tungt at síggja hvussu abbin viknaði. Men soleiðis er her í lívinum, tímaglas hansara var runnið út og boð vóru eftir honum.
Tá ið eg var heima, var eg inni hjá abbanum fleiri ferðir um dagin, stutt var millum húsini bæði, so tað lá væl fyri.
Abbin hevði lagt eitt langt lív aftur um seg og væl dugdi hann at siga frá øllum, hann hevði upplivað gjøgnum tíðirnar. Tað var so hugnaligt at fara inn til abban at práta. Hann greiddi mær frá slupptíðini, árunum í Ravnoynni, fiskiskapi o.s.fr. Herfyri keypti pápin bát og abbin var ikki sørt spentur og stoltur um nýggja Boðaberg. Sjálvur hevði hann selt sín Boðaberg fyri nøkrum árum síðani. Í sínari tíð var hann av raskastu útróðrarmonnum og stuttligt var at hoyra hann greiða frá gomlum leiðum, har teir plagdu at fiska. Hetta vóru góð ráð, nú vit yngru royndu okkum við útróðri.
Eins og eg sjálvur, dámdi abbanum sera væl fótbólt og minnist eg aftur á mongu leygardagarnar vit sótu og hugdu at hesum ítrótti í sjónvarpinum. Tá abbin var byrgari var hann mangan inni í Dal og hugdi at B71; tað dámdi honum væl og hevði hann sítt fasta pláss millum áskoðararnar.
Abbin var arbeiðssamur maður. Tá eg á ungum árum arbeiddi á flakavirkinum, arbeiddi eg saman við honum har. Tá var hann 75 ára gamal, men stutt eftir hetta gavst hann at arbeiða, tí omman gjørdist sjúk og var hann heima og passaði hana. Hon doyði í 1994.
Nú dagarnir líða og gerandisdagurin aftur gongur sína vanligu gongd, er tað ringt at ásanna, at eg aldrin skal síggja mín góða abba aftur. Undarligt verður at fara oman at geva seyðinum og eingin abbi stendur í veindyganum og veittrar meg inn. Saknurin er stórur.
Við hesum fáu orðum lýsi eg frið yvir abba mín.