Til minnis um Annu
Lívið er handað
Dagurin er settur,
náttin er long.
Norðanvindur slettir.
Í øllum hesum tú hoyrir ein song,
tá blaði av træi dettur.
Træið har stendur
við bløðum um fót,
breiðir út berar hendur.
Lívið er tagna og fólna er rót,
er farið til ævigar strendur.
Lívið er handað
til sorg og gleim,
eina er ringt at standa
Tí er so sárt at missa ein,
ið elskaði lív og anda.
Vit altíð teg minnast
við gleði og gleim,
og sorg í sál skal linnast.
Eitt ljós tú vart við tykkara heim,
vit goyma í hjartanum innast.
Skjótt várið her lendir
og kraft gevur rót,
sorgirnar burtur tað vendir.
Várið hitt ljósa tað gevi oss mót,
til vøksturin eftir her stendur.
Mourits