Dallahan var borin í heim 6. septembur 1934 á Krosslið í Vági, sonur kenda skiparan Torvald Hjelm og Mariu Kirke, ættað av Kirkju. Dallahan var næstelstur av 7 systkjum, og sum óvitar var spælipláss okkara, við Krosslið, kaiin og skipini, fjørðurin, mølin og Tjørnabrúgv.
At Dallahan fór at blíva sjómaður var ongantíð nakar ivi. Longu sum 6 ára gamal var hann útatrógva við abba sínum á Krosslið, sum hann het eftir. Abbin, Danjal hjá Akka, mátti tó binda hann í bekkin, so hann ikki fór fyri borð. Einaferð var sluppin “Agnes Louise” í Vági á útróðri uttarliga á Munkagrunninum. Meðan teir seta, kemur ein smádrongur fram eftir dekkinum, tá var tað Dallahan.
Tíðliga lærdi Dallahan at svjmja, og kom hann at gera mangt bragdið. Einaferð lógu Ragnar hjá Sámali Johannesen og Høgni hjá sóknarfútanum og spældu í einum báti við Tjørnabrúgv . Brádliga dettur Ragnar á sjógv og Dallahan, sum stendur á brúnni, ser tilburðin, og skjótur sum eitt snarljós, kavar hann eftir honum og bjargar honum.
Dallahan og eg vóru mangan túrin saman til sjós. Á fysta túrinum sum Borgin hevði til Grønlands í 1957, fingu vit ein ógvusligan sjógv, sum kom aftanífrá. Av níggju rútum brotnaðu teir átta, dekkið fyltist við sjógvi, og lensiportrini tóku ikki ímóti. Vit vóru um at kollsigla. Tá var Dallahan skjótur, tók pumpunikkulin, kavaði og breyt skansaklædningin, so sjógvurin streymaði út. Spakuliga rættaði Borgin seg upp aftur. Soleiðis bjargaði hann okkum øllum. Fyri hetta bragd átti hann at fingið eina “medalju”.
Hóast stóra mótgongd í lívinum kundi Dallahan vera sera skemtingarsamur. Hann dugdi á ein livandi hátt væl at siga frá øllum tí, honum hevði verið fyri á skipsdekkið og í gerandislívinum. Serliga søgurnar um tíðina hann var í Ghana og lærdi ghanesarar at fiska við troli, vóru serliga stuttligar. Ein góður frásøgumaður eigur altíð at leggja eitt sindur aftrat, tað ger altíð søguna betri.
Góði Dallahan, stoltasta og ein av tínum heilt glaðu løtum, mátti helst vera, tá ið tú á Bakkanum í Vági, slapp at heilsa uppá grønlendska landsstýrisformannin Hans Enoksen og konu hansara. Tú kendi jú Hans Enoksen og familju hansara frá lítlu bygdini Itilleq, har vóru vit jú oftani við Borgini. Dallahan sigldi annars í mong ár við grønlendskum rækjutrolarum, og kønur var hann sum trolmaður.
Dallahan var streymkønur sum fáur, tað ættarbreðgið hevði hann eftir teim gomlu á Krosslið, sum ikki vóru tiknir í leikum sum sjómenn og fiskiklógvir.
Dallahan bróður, nú ert tú farin, og stórur var skarin sum fylgdi tær til títt seinasta hvíldarstað á Kirkjukletti. Nú hvílur tú millum tey, sum stóðu tínum hjarta nær. Minnið um teg vil altíð liva í huga okkara. Djúpt verður tú saknaður av okkum øllum, Red, Gunnari og abbabørnunum. Tú vart eitt fantastiskt menniskja, barna- og manndómsárini høvdu verið fátøk uttan teg, trúfesti og vinsemi var títt skjaldramerki. Friður veri yvir minnið um beiggja mín Dallahan hjá Torvaldi.
Bróður tín Anthon