Tann 2. mai 2012 var ein so avbera vakur dagur, sum bara gjørdist enn vakrari, tá ið gleðiboðini frættust um, at tú vart komin í heimin. Selma, Teitur og Kata fingu ta bestu gávuna, tey kundu ynskt sær: eina undurfulla dóttur og systur. Hjá tykkum trimum man lívið hava kenst fullkomið henda dagin. ??
Tann fyrsta tíðin heima á Oyrasundi var friðsæl og lívsjáttandi. Tú vart so ómetaliga fitt, vøkur og góð, at eingin kundi annað enn elska teg. Fyri framman stóð ein spennandi tíð, har tú saman við familju tíni skuldi flyta heim til Føroya. Her skuldi tú vaksa upp og mennast millum ommur og abbar, systkinabørn o.o., sum øll gleddu seg so ómetaliga nógv at fáa teg heim. Tað vardi ongan, at soleiðis skuldi ikki gangast. ??
Tann 15. juli bórust tey skelkandi tíðindi, at tú vart farin á hospitalið, og at illa stóð til. Lítla hjartað var álvarsliga sjúkt, og útlitini vóru ikki góð. Í góðar tríggjar vikur stríddist tú alt tað, tú orkaði; men burðurin gjørdist ov tungur, og tíðliga á morgni tann 6. august lætst tú eyguni aftur fyri seinastu ferð. Hetta gjørdi tú saman við tínum allarkærastu, sum eisini vóru við lið tína alla sjúkraleguna. ??
Góðu Selma og Teitur. Eg dugi ikki at ímynda mær, hvussu svárt tað man vera at uppliva sítt lítla barn so sjúkt, sum Birna var síðstu tíðina, og síðan missa tað. Hetta er tað versta, foreldrum kann vera fyri. Birna er ikki sjúk longur; men hjá tykkum stendur enn ein harður dystur fyri framman: at halda fram í lívinum uttan tykkara elskaða, lítla skatt. Tit góvu Birnu alt, sum eitt barn kann ynskja sær, ta tíð, tit høvdu hana hjá tykkum, og tykkara umsorgan og endaleysi kærleiki hava ríkað hennara lív ómetaliga – eisini seinastu tríggjar vikurnar.??
Elskaða Kata. At fáa eina systur, sum bara er 20 mánaðir yngri, man vera besta gáva, ein systir kann ynskja sær. Tú lærdi ung, hvat tað er at fáa, men tíverri eisini, hvat tað er at missa. Tú fert óivað at sakna Birnu illa komandi tíðina og at hugsa nógv um hana, tá ið tú verður eldri. Tú vart so góð við hana og errin av henni. Altíð klár at vísa fólki, ið kom á gátt, 'baby'. Tú hevur fingið Birnu at kent seg enn meira elskaða.??
Og góðu tit øll - ommur, abbar, mostrar, fastir, pápa- og mammubeiggjar, systkinabørn og øll onnur - sum høvdu glett tykkum at fingið Birnu heim til Føroya at búgva. Eg dugi ikki at ímynda mær tann sakn og tómleika, sum tit nú sita eftir við. Eg eri so kedd tykkara vegna, at tit ikki sluppu at læra hetta fantastiska, elskaða, lítla barnið betur at kenna. ??
Tað er torført at skilja og góðtaka, at Birna varð tikin frá tykkum so tíðliga; men vónandi fer minnið um hana at hjálpa tykkum øllum víðari. Vón mín er, at hetta sama minnið eina ferð fer at fylla tykkum við gleði.
??Elskaða Birna. Tú vart eitt satt prógv um, hvussu vakurt lívið er, men eisini, hvussu viðbrekið tað kann vera. Tú lærdi meg meira um lívið, enn nakar annar hevur gjørt, og tú fert altíð at eiga eitt serligt pláss í mínum hjarta.??
Hvíl í friði, elskaða, lítla Birna Teitsdóttir Herup.
---------------
Elin Christiansen