Sunnudagin 18. desember 2011 andaðist Eigil Gunnarsson í Havn á Landssjúkrahúsinum, 91 ára gamal. Hann hevði annars fylt 92 ár 28. januar.
Eigil var føddur og vaks upp í Vági. Foreldrini, Inga, f. Jacobsen, og Gunnar Danielsen, vóru bæði ættað úr Søldarfirði, men fluttu í 1915 til Vágs. Gunnar, sum var beiggi Victor Danielsen trúboðara, var skipari og sigldi út frá Vági.
Eldru systrarnar Anna Malena (Lena) og Sunneva Maria (Mia) vóru báðar føddar í Søldarfirði, meðan dreingirnir Gunnar, Tryggve, Eigil, Ingolf og Elmar (sum doyði sum lítil smádrongur), vóru føddir í Vági. Systkini høvdu Danielsen til eftirnavn til 1934, tá tey skiftu til Gunnarsson.
Eigil var sum ungur til skips við pápanum sum skipara, og í 1940 flutti hann til Havnar, har hýruvognskoyring bleiv hansara lívsstarv. Hann keypti sær ein lastbil og koyrdi lastvognskoyring í Havn eina tíð, áðrenn hann keypti sær sín fyrsta hýruvogn og koyrdi á bilstøðini hjá Hugo Øster.
Seinni fór hann at koyra í Taxa í Lucas Debesargøtu, og var hann ein av stovnarunum av P/F Taxa í 1952, sum í 1955 skifti navn til P/F Auto. Hann var fyrsti nevndarformaður á støðini og sat í nevndini í mong ár. Hann koyrdi í Auto, til hann var 76 ára gamal í 1996, við undantak av árunum frá 1970-78, tá hann rak bensin- og oljusøluna á støðini.
Eigil giftist í 1951 við Jenny, f. Mikkelsen, av Toftum, dóttir Annu Elisabeth og Magnus F. Mikkelsen av Toftum. Jenny og Eigil fluttu í nýggj hús við Dalavegin í Havn og fingu tríggjar synir: Magnus í 1952, Gunnar í 1956, og Regin í 1960.
Jenny og Eigil búðu við Dalavegin til síðst í 80-unum, tá tey fluttu niðan í Børkugøtu. Miðskeiðis í 90-unum gjørdist Jenny sjúk og doyði í 1999, 74 ára gomul.
Hóast Eigil náddi høgan aldur, dámdi honum væl at koma út millum fólk. Hann koyrdi bil, til fáar dagar áðrenn hann andaðist, eins og hann kom til ymisk tiltøk og til møtir í Ebenezer og í Lívdini. Honum dámdi eisini væl at ganga túrar, serliga á Skálatrøð og í Vágsbotni. Ærað veri minnið um pápa okkara Eigil Gunnarsson.
-------
mg