Til minnis um Elin gummu

Túsundtals stjørnur

 

Túsundtals vinir minnast teg í dag;

alt tað, tú framdi fyri fólk og bý.

Tú vart ein havn, eitt miðsavnandi stað.

Heim títt var gleði og tín farleið blíð.

 

Túsundtals dagar livdi tú á fold;

sorg, stríð og gleði, arbeiði og spæl.

Tó nú ei longur orkaði títt hold,

livir tín lívsleið enn í sinnum sæl.

 

Túsundtals dreymar liva eftir teg:

neistar, tú kyndi, brenna bjart sum bál.

Hitin frá tær enn vísir vilstum veg;

holdslóknað livir enn tín bjarta sál.

 

Túsundtals fólk nú fylgja tær á leið:

øll tey, tú hjálpti - øll, ið hjálptu tær;

allar tær vónir, ið títt jarðarskeið

birti tey ár, tú millum okkum var.

 

Túsundtals stjørnur birtast himni á;

túsundtals tár nú væta døkku jørð.

Túsundtals sálir fara tær ei frá;

við tína havn enn fjølgast frændafør.

 

Til minnis um Elin gummu,

á Ólavsøku, Sámal Matras Kristiansen

 

(vegl. lag: Ver tú hjá mær)