Til minnis um gummu,

Tað vóru tung boð at fáa umborð, og tað tók eina løtu at fata tað, tá Erla hevði sagt: »Gumma er farin«.

 

Tað tyktist enn meira óveruligt, tá eg seinni sat á kamari mínum og skuldi seta orð á, hvør gumma var. Tað var so torført við fáum orðum.

Gumma var barnavinur. Hon var, minnist meg rætt, gumma Súsonnu systi, Magnus, Eyðun, Súsonnu (hjá Bjarna og Kammu) og Biritu, ? men millum okkum systkinabørn var hon »Gumma«. Vit áttu hana øll. Hvør minnist ikki tær hugnaligu løturnar yviri hjá gummu og Jóan Jakku; tað var sum at koma í føðingardag hvørja ferð. Gumma, tú elskaði okkum, og vit teg! Tú var altíð í okkara parti, eisini tá vit ikki vóru børn longur. Tá vit so sjálv fingu børn, føldu tey seg líka vælkomnan Oman Stóragarð.

Gumma, tú kundi eisini siga tína meining, og øll vistu, hvar tey høvdu teg, ? eingin ivi um tað! Eitt annað, sum eyðkendi teg, var títt heita hjartalag og trúfesti. Røsk var tú eisini. Tú gavst ikki so, sjálvt um tú var nógv plágað av vánaligum beinum tey síðstu nógvu árini. Hanagleivið frá mammu og niðan til Julionnu var nú til seinast eitt stórt tak, men niðan komst tú.

At tú var trúføst, kunnu øll tey, sum hava havt nakað við Havnar Róðrarfelag at gera, bert taka undir við. Tað gekk næstan ikki vika, at tit, Jóan Jakku og tú, ikki vaskaðu, bakaðu ella góvu eina hjálpandi hond við einum ella øðrum. Tú bleiv glað og rørd, tá tú, fult uppiborið, gjørdist heiðurslimur í Havnar Róðrarfelag.

Góði Jóan Jakku. Orð røkka ikki í løtum sum hesum. Má Hann, ið øllum valdar, styrkja og hjálpa tær og øllum okkum, sum stóðu gummu nær, gjøgnum hesa sváru tíð.




Til gummu


Góða gumma, á ferð skalt tú burtur

har ongantíð nátt er,

har ei følna urtir.

Tú fjálgaði altíð, tá lívið var kalt.

Vit elska og minnast teg.

Takk fyri alt.


Hvíl í friði.


Eyvind