Til minnis um Gunnleif Midjord, Lopra

Føddur, 24. oktober 1951 - deyður 18. juni 2015

 

Tað var ein shokkbylgja, sum rakti okkum øll, sum vóru í familju við Gunnleif, tá ið tað frættist, at hann var follin um og stutt seinni ikki var millum okkum meir. Tað var so fjart frá okkara hugaheimi, at ein so lívsglaður maður, fullur av lívsorku, so knappliga skuldi verða rivin burtur frá okkum, sum sóu upp til hansara á mangan hátt.

 

Gunnleif var nøkur ár yngri enn eg, báðir føddir á Økrum og slitu okkara barnaskógvar har, og eg minnist hann sum ein drong, ið ongantíð helt seg aftur, tá ið okkurt skuldi gerast, heldur var hann undangongumaður og eggjaði okkum til verka, og tað fylgdi honum á lívsleiðini.

 

Gunnleif var fyrst nøkur ár til sjós, m.a. við Columbus, Grunnabar og Akraborg, men síðan valdi hann at vera á landi, tí tá var hann eisini meira saman við familjuni, sum hann elskaði fram um alt.

 

Gunnleif fekk tíðliga áhuga fyri Lastbilum, og hevur tað yvaleyst verið tí, at pápi hansara, Rudolf Midjord á Økrum, hevði, sum ein av teimum fyrstu privatmonnum í Suðuroy, keypt sær ein lastbil at forvinna sær og familjuni inntøkur við.

 

Tá ið Gunnleif varð vorðin eldri, stovnaði hann sjálvur eina fyritøku saman við øðrum í familjuni og keypti nakrar dumparar (Stórar Lastbilar), sum hann og onnur í familjuni koyrdu dúgliga tilfar úr Sumbiartunnellini við, men hann tók eisini at sær aðrar uppgávur, tá ið tað lá fyri.

 

Hann koyrdi eisini saman við tveimum elstu synum sínum í Norðoyatunnlinum, tá ið hon var í gerð. Seinni (tá ið tunnlarnir vóru liðugir) skifti hann onkran lastbilin út við kranabil og trailarar, og hevur soleiðis lagað sína vinnu eftir tørvinum hvørja ferð, og hann var ikki bangin fyri at satsa, um tað skuldi til, men so legði hann bara meira á seg sjálvan, fyri ikki at tapa nakað, tí hann var ikki nógv fyri at vera eftirbátur á nakran hátt.

 

Afturat hesum krevjandi arbeiðsuppgávunum, koyrdi hann eisini taxakoyring og eitt tíðarskeið eisini busskoyring um náttina so unga fólkið kundi koma trygt heim aftaná dans í grannabygdunum. Hetta og mangt annað var eisini til at hann var nógv avhildin, ikki bara í Suðuroynni, men um alt Føroyaland, tí hann segði ongantíð nei, um eitt viðskiftafólk hevði brúk fyri hansara hjálp. Hansara motto var: “Tað gongur nokk, eg finni útav tí”, og tað gjørdi hann næstan altíð.

 

Eg havi nakrar ferðir verið saman við Gunnleif á kamping, har vit eru farnir ein gongutúr á økinum, men tað royndi ofta á mítt tol, tí hann kendi næstan annanhvønn mann og støðgaði upp at práta, men tá ið ein hugsar um hetta, so er tað soleiðis ein skal vera, støðga upp og geva sær tíð til onnur, at práta, koma at kenna hvønn annan, verða vinir og gleða hvønn annan.

 

Gunnleif og Jórun fingu nøkur og 40 ár saman. Tey fingu 4 børn, 3 drongir og 1 gentu. Abbabørnini eru 7 í tali og langabbabarn er eitt. Hann var teimum ein stór gleði og góður stuðul, sum tey sóu upp til, so saknurin er stórur hjá teimum, men minnini viga nógv, og við Guðs hjálp og samanhaldi gongur lívið víðari. Guð veri við tykkum í stóru sorg tykkara.

 

Vinur mín! Æra verið minnið um teg. Hvíl í friði í Guðs navni.

 

 

Vinur og skyldmaður,

Jákup Midjord