Góði besti Jákup Andrias. Nú er umleið hálvt ár síðani tú fórt hesi fold frá. Tú vart borin í heim í Kalbak har foreldur okkara búðu á ungum árum inntil umleið 43. Síðani búðu tit hjá ommu okkara í Hoyvík umleið trý ár. Síðani á trøðni í Hoydølum, í húsunum sum Julius í Syðradali tá átti, eini tvey ár. Í 1948 fekk pápi okkara starv sum lærari á Velbastað og Kirkjubø. Tá vart tú sjey ára gamal.Vit búðu á Velbastað inntil í 1959 tá pápi okkara fekk starv í Kommunuskúlanum í Havn.
Tú tók preleminerprógv. Lærdi sum ungur til bilmekanikara, men hetta bleiv ikki títt lívsstarv. Giftist í 1964 við Lydiu, dóttir Lenu, ættað úr Elduvík og Hans uppi í Geil í Hvalvík. Lydia andaðist í januar 2006 og var tað einsligt hjá tær tá hon var farin. Synirnir Torstein og Uni hava verið við tær á ferð í báti o.a. og kenna tí til ymisk viðurskifti á sjógvi og landi íð tú hevur sagt teimum frá og lagt teimum lag á við hesum ymiska.
Tú bleivst kendur millum fólk sum ein koyrilærari við sera góðum evnum at geva frálæru í bæði teori og koyring. Eisini koyrdi tú hýrivognskoyring í nøkur ár. Grindaformaður vart tú eisini í fleiri ár og hevði bát í nógv ár, Sjóbúgvan, og mangan túrin hevur tú verið við honum í grind o.a.. Tín áhugi fyri øllum íð fyrifórst í náttúruni var stórur, eisini fyri fugli og hvussu hesin hevði tað í mun til tey ymsu sløgini. Fekst eisini við at hava seyð og gæs. Átti somuleiðis eitt so avbera gott kappríðingarross í fleiri ár, ið æt Stormur, og hesin vann mangt steypið, einamest við Una á baki, tá hann var stórur smádrongur og hálvvaksin. Somuleiðis tín æra at Sandágerð er vorðið ein enn størri náttúruperla. Tú fekk hugskotið at leggja sand inn hagar og væl hildnaðist, sandurin liggur við sama lag til gleði fyri tey mongu, ið leggja leiðina framvið har og verður helst til gleði fyri fólk og fæ mong ár framyvir. Sigast má at tú hevði eitt ríkt lív á mangan hátt, men so sannliga eisini nógvan mótburð við herviligum sjúkum. Tú kendi lívsins stormar á egnan kropp. Vit íð kendu teg vistu og sóu í verki at tú skilti og góðtók lívsins álvara í eyðmýkt. Hetta var sjónligt nú tú vart raktur av svárari sjúku. Tað sum sermerkti teg var: Hjálpsemi uttan at vænta nakað ístaðin. Vóru ætt ella vinir í trupulleikum vart tú skjótur at hjálpa. Gávumildur sum fáur. Tolnari sjúkling, við so mongum plágum íð tú hevði hesa seinastu tíðina, skal ein leita leingi eftir. Tú hevði líkasum skilt lívsins álvara ígjøgnum nógvar svárar royndir og stillisliga tillaga teg hesa støðu og ikki kravdi tú tað nógva av lívinum, hvørki sjúkur ella frískur.
Tosaði við teg á Skype tá tú lá á Ríkissjúkrahúsinum við mynd av tær. Orðið kempa kom til mín har tú sat so fattur meðan vit prátaðu bæði. Tí eg visti fullvæl hvussu svárt tú hevði tað. Ein sonn kempa tá íð gekst ímóti. Góði Jákup Andrias: Eg eri takksom fyri at hava havt teg sum beiggja. Tú vart eitt menniskja við so nógvum góðum eginleikum og hetta gav mær nógv av lívsførningi sum systir. Tú unti mær og øðrum við altíð tað besta. Hugsi ikki øvundsjuka var eitt orð, íð tú kendi til.
Góði Jákup Andrias: Takk fyri alt tú gavst mær og okkum íð stóðu tær nær av læru um at vera takksamur fyri lívið hóast nógvan mótgang og sjúku. Tú vart eitt ótrúliga ríkt og elskuligt menniskja. Vit minnast teg við takksemi og virðing. Vil enda við hesum sálmaørindi, íð eg eisini skrivaði í minningarorðunum til pápa okkara.
Sov nú barn, tú vaknar brátt
har,íð lívsins blómur anga,
var enn tung tær síðsta nátt,
millum rósur skalt tú ganga.
Jesus pápin leiðir teg,
gakk tú trygt um deyðans veg.
------
Marita