Til minnis um Jákup Augustinussen

Tung vóru boðini eg fekk um at Gaga var farin. Tað var ikki væntað, at tað bleiv so brádliga. Gaga stríddist við herviliga sjúku, og tað gekk tíverri rættiliga skjótt tann skeiva vegin.

Nógv er at minnast afturá, tá man hevur verið vinfólk í eini 30 ár.
 
Minnist serliga tá hann og Olivina komu saman,  tað var ein løgin kensla at møta hesum manni.
 
Einum manni, sum eg hevði sitið og hugt eftir úr vindeyganum í Funningstovu yvir í móti Gjaldsstovuni. Hevði hugsað, at hasin maðurin arbeiddi bæði nátt og dag. Hann var til arbeiðis, tá eg fór í song, og tann fyrsti eg sá aftur, tá eg vaknaði. Tá var hann aftur til arbeiðis. Hetta sigur bara nakað um, hvussu arbeiðsamur hann altíð hevur verið. Hann livdi fyri sínum arbeiði, so tað má vera ein stórur saknur hjá hansara starvsfeløgum.
 
Hann fylgdi eisini við í øllum sum hendi í samfelagnum, og hann hevði sum oftast bæði útvarp og sjónvarp frá í einum, meðan hann læs bløðini. Tað var einki sum fór framvið.
 
Gaga var ein góður vinur at eiga. Um tú bað hann um hjálp, ella spurdi hann til ráðs,  so var hann altíð klárur.
 
Hann var vinarligur og fylgdi væl við, hvussu tað gekk mínum børnum, sum hann eisini var gubbi at, og spurdi altíð hvat tey fingust við.
 
Gaga dámdi væl at arga, erta. Haldi sjálv, at tað var ein máti, hann vísti, tá hann var góður við ein.
 
Eg var og vitjaði hann á sjúkrahúsinum. Sótu tveyeini, fingu eitt gott prát, og hann tosaði um, hvussu takksamur hann var fyri allan tann stuðul Olivina og børnini vóru fyri hann, vóru hjá honum úti á Landssjúkrahúsinum til langt út á kvøldið.
 
Børnini stóðu honum nær. Hann hevur stuðlað tær væl í einum og øllum, og var glaður nú Rakul fór í læru í Føroya Sparikassa, og tá Randi byraði í summar á Føroya Studentaskúla. Ja, hann hugsaði nógv um, at lærdómur er lykil til mangt, og at lærdómur ikki er tungur at bera.
 
At skriva nøkur orð um Gaga, kunnu ikki gerast uttan at nevna ítrótt, fótbólt og hondbólt, sum hann brúkti hvørt vikskifti uppá. Um summrarnar niðri í Gundadali og vetrarnar í høllini í Hoyvík ella á Hálsi.
 
Gaga var ein familjumaður burturav. Hann gekk høgt uppí sína familju og ikki minst sína verfamilju, sum tað eisini verður ein stórur saknu hjá.
 
Góða Olivina, Rakul og Randi! Hjá tykkum er saknurin størstur. Má Gud styrkja tykkum í stóru sorg tykkara, nú tit hava mist ein góðan mann og pápa
 
Við hesum fáu orðunum vil eg lýsa frið yvir vin mín Jákup Augustinussen
 
 
Helga