Mangt prátið høvdu vit tvørtur um garðin, tá tú var á snórinum og eg í túninum, ella tá eg møtti tær, altíð so smílandi onkustaðni í býnum.
Manga góða løtu sótu eg og Pól Jóhan og eisini Sigrid í tykkara heimi, ið eg seint komi at gloyma. Eisini eru eg og dóttir tín Annefía javngomul.
Saknurin man vera stórur hjá tykkum Hans Jakup, Sigrid, Pól Jóhan, Andreas, Annefía og Maria. Ein stórur uggi er, at Jesus sigur: Sæl eru tey hjartareinu, tí at tey skulu síggja Guð. Ærað veri minni um Jónu.
Alex