Til minnis um Kristin Bærentsen

19. apríl 1981 - 14. sept. 2008

Eg má byrja við orðunum, sum pápi tín yrkti:


Frá fyrstu stund, tú ljósið sá,

tú birti ljós í lon;

í eygum tínum lýsti tá

ein Himmalglæma von.


Mín elskaði sonur! Eg helt, at hjarta mítt steðgaði, tá eg fekk boðini um, at lívið var farið úr tær. Tú var jú mítt elskaða barn: vakur, skilagóður, arbeiðs-samur og álítandi. Tú var júst farin undir lívið við tíni elskaðu Beintu, sum vit øll vóru so glað fyri og góð við. Tú var abbasa drong--ur burturav, og Beinta og tú høvdu gjørt tykk-um heim í húsunum hjá ommuni og abbanum á Argjum.

Tankarnir eru nógvir: Hevði eg havt kunnað steðga tær hin dagin, tá tú fór til Sands. Hevði eg havt tað, men »hvør veit á morgni at siga, hvat hann á kvøldi gistir«.Tú fór, óhappi hendi og tú læt lív, bert 19 mánaðir aftan á, at pápi tín lat lív av herviligari sjúku, bert 57 ára gamal. »Hørð eru lívsins kor«.

Seinastu tíðina av lív-in-um var tú sera hugtikin og spældi á gittar sangin: »Stair-way to heaven« (Himmal-vegurin). »Hetta er ein fínur og góður sangur, sum eg eri komin at duga«, segði tú sjálvur.

At tú so skjótt skuldi ganga himmalvegin, vardi ongan. Men nú er tú heima í himmalinum, saman við pápa tínum, sum eisini elsk-aði teg so nógv. Tit líktust av lyndi: friðsamir, toln-ir og góðir. Eg biði Jesus halda tykkum í sín-um favni, saman við abba, tveimum pápabeiggjum og fastir.

Eg fari eisini at enda við orðunum hjá pápa tínum:


Kring um Harrans høga tignarstól

flúgva fagrar einglafjøldir fegnar

- frítt er har, og aldrin setur sól -

tæna har sum Harrans trúgvu tegnar.


Mamman