Til minnis um Kristin Davidsen

* 13.04.2003
† 08.04.2011

Góði Kristin
Tíbetur vita vit onki um, nær okkara síðsti dagur her á fold er komin. Eiheldur er tað tað, vit ganga og hugsa um. Sjálvandi var tað heldur ikki hetta, eg hugsaði um, hin 8. apríl, tá tú rópti til mín á veg úr skúlastovuni: »Lisa, vit síggjast aftur mánadagin!« Tú hjálpti einum vinmanni og fór knossandi avstað við tveimum skúlataskum.
Hendan dagin hevði tú glett teg nógv til. Tú skuldi nevniliga hava allar tínar floksfelagar heim við beint eftir skúlatíð, tí tú skuldi halda tín føðingardag.
Dagurin byrjaði góður. Vit fóru í handaverk og list-stovuna at gera leirfuglar, og eins og hini, sat tú hugagóður og elti leirin og formaði av einslistum. Tá tú, sum ein av teimum fyrsti varð liðugur, byrjaði at rudda upp eftir tær, endaði tú á gólvinum við ein sjaskvátum klúti, tí nógvir leirmolar lógu har og teir skuldu vaskast burtur. Jana hjálpti tær, og tað gjørdi hon nærum altíð. Tit bæði høvdu eitt heilt serligt vinarlag og fylgust tit altíð. Í fríkorterinum hálvgun tíggju, komu næmingarnir í 1. flokki í Vestmanna skúla á vitjan. Saman við teimum fóru vit túr í bygdini og oman í útgrevsturin. Vit bæði fylgdust oman, og á vegnum segði tú mær frá, hvør búði hvar. Millum onnur sást tú abba tín, sum sat í vindeyganum. Kanska sá hann okkum? Tað helt tú í øllum førum. At hoyra teg siga frá tínum kæru, segði mær nógv um, hvussu góður tú vart við tína familju. Tú nevndi tey altíð í ymsum samanhangum, og av tí sama segði tað mær eisini nógv um, hvussu høgt tey elskaðu teg.
Tíbetur hevði eg myndatólið við mær og fekk tikið nakrar myndir av tykkum øllum - dýrabærar myndir at eiga í dag.
Kristin góði, tað var ikki altíð so lætt hjá tær at fylgja við í øllum, og viðhvørt so fór tú í verkfall. Tað gjørdi tú friðarliga, men eg kendi teg so væl, at eg skuldi bara hyggja at tær, so visti eg, at nú tímdi tú ikki meir hatta fjasi við antin at halda rætt í blýantinum ella at skriva innanfyri linjurnar. Og tað var í lagi, tí tú vart mentur heilt fantastiska nógv síðan skúlabyrjan. Ongin, heldur ikki tíni foreldur, høvdu væntað, at tú fór at taka okkum á bóli. Tú dugdi næstan allar bókstavirnar og øll tølini. Av tí at sjúkan, sum tú skuldi dragsast við í tínum stutta lívi, varð staðfest so seint, var kropsliga menningin hjá tær ikki á sama støði, sum hjá tínum javnaldrum. Men tú gjørdi okkum øllum til skammar. Eitt má eg eisini nevna í hesum føri, Kristin, og tað eru tíni foreldur. Tey hava frá fyrsta degi gjørt alt, sum gjørligt var at stuðla tær í tíni skúlagongd. Tað er alla æru vert.
Tað varð tungt at fara í skúla aftur mánamorgunin eftir. Tí tað var so óveruligt og óskiljandi, at tú ikki skuldi koma aftur og vera saman við okkum. Hendan mánamorgunin kom prestur og hjálpti okkum við eini minningarløtu- eisini vóru mamma, pápi og systkin tíni komin, so øll kundu sleppa at heilsa uppá tey. Av tí at øll vóru kedd, so kanst tú ætla, at vit grótu nógv tár. Vit fóru inn í skúlastovuna og har tendraðu vit eitt ljós, sum stóð á tínum borði. Vit skrivaðu tær brøv og teknaðu myndir til tín at hava við í kistuna. Og hóast onkur spurdi, hví vit skuldu skriva tær bræv, tá tú ikki kundi svara uppá brøvini, so vita vit vaksnu, at hetta var ein av nógvum reaktiónum uppá sorgina yvir missin - at tað er óskiljandi hjá øllum, tá eitt barn doyr.
Vikan endaði við at fylgja tær á tíni síðstu leið til gravarbakkan. Løtan í kirkjuni gjørdist hátíðarlig, og sangurin, sum tit lærdu so væl og sum skuldi syngjast til jólahaldi, men sum bleiv av ongum vegna veður, varð sungin fyri tær. Eg eri errin av, at tínir floksfelagir kláraðu tað so væl. Tá vit komu út úr kirkjuni, skein sólin so vakurt, og eg visti tá, at hóast tú ikki ert millum okkum meir, so hevur tú tað gott heima hjá Jesuspápa. Tú fert altíð at vera ein sólstrála í mínum minni- ein raskur, djarvur, hugagóður og fittur næmingur.
Við hesum orðum fari eg at takka tær fyri mangar minniligar løtur í álvara og gaman. Eg vóni, at tú ofta fert at senda okkum tínar góðu tankar saman við øllum sólstrálunum, sum fara at koma, so at øll verða styrkt í sorgini. Serliga vóni eg, at tíni foreldur, systkin og familja, koma væl ígjøgnum hesa sváru tíð við øllum teimum góðu minnunum, tey hava um teg. Løtan á fold er stokkut, men vit hittast øll aftur heima í himli.
---------------
Tær kærastu heilsur frá tínum flokslærara,
Lisa Hendriksdóttir