Soleiðis tók ein av vinmonnunum til leygardagin, tá vit hittust í Ebenezer og tíðindini bórðust, at Ólavur á Váli var farin. Hetta brotið úr 2. Sám., úr sorgarsanginum sum Dávid kongur sang um Saul og Jónatan, tá Saul var deyður, vóru beinrakin og hóskaðu so væl um mín góða vin, Ólavur.
Ómøguligt er í stuttari hugleiðing at lýsa Ólav, og alt tað hann avrikaði, og tí verður bert nomið við okkurt av tí, sum rann fram fyri meg seinasta leygardag.
Vit komu tíðliga at kennast. Javngamlir vóru vit, og tá Anna og Líggjas við børnunum eitt skifti í 60?unum búðu í Havn, komu vit at ganga í sama flokki. Og her byrjaði eitt vinalag, sum mentist og var ongantíð betri enn nú, boð vóru eftir honum. Sum dreingir og unglingar hittust vit javnan til legurnar í Zarepta, og tá familja so seinni flutti til Havnar at búgva, rann rættiliga saman.
Samkoman í Ebenezer varð andaliga heim okkara, og hjá okkum og so mongum øðrum gjørdist sangkórið miðdepilin, hesin urtagarðurin, har alskurin til sang og at syngja rann saman við gleðiboðskapinum um Hann, sum vann okkum æviga lívið og nakað veruligt at syngja um. Ólavur hevur sungið við í sangkórinum í Ebenezer síðani fyrst í sjeyti-árunum, og verið kórinum ein sannur stuðul. - Á hesum økinum var Ólavur ein hetja.
Um heystið 1978 vóru vit nakrir, sum møttust í heiminum hjá Ólavi úti í J. Paturssonargøtu fyri at tosa um sang og at synga, og hetta gjørdist byrjanin til Dupultkvartettina í Ebenezer. Og hansara leiklutur í Dupultkvartettini hesi farnu 27 árini hevur verið einastandandi. Vanliga sang hann 1. bass, men manglaði okkum ein 2. bass, so flutti hann niður, og manglaði ein 2. tenorur, so flutti hann upp - alt uttan trupuleikar. Soleiðis var hann. Dugdi ikki bert sína rødd, men dugdi allar røddirnar í hvørjum sangi. Uttan at terpa. Hoyrdi sangin ein ferð, so sat hann. - Her var Ólavur ein hetja.
Í 1985 fór helvtin av Dupultkvartettini til Grønlands at syngja. Vit sigldu við bátinum Immanuel frá Nuuk heilt suður til Aappilattoq, og sungu gleðiboðskapin á hvørjum staði, har fólk var. Serliga klárt stendur fyri mær eitt kvøldi, vit innanskers stimaðu suðuryvir. Eli Smith kokkaðist, Jóannes á Váli stýrdi og hinir av manningini vóru í stýrihúsinum. Vit báðir, Ólavur, stóðu úti á dekkinum har afturi. Blikastilli var, og tað stóð við klettin. So treiv hann í at syngja ?Tá tígnandi í undran, Harri dráttur,? meðan vit eygleiddu aldurnar frá Immanuel, sum brutu inní klettin. Hann sang fleiri sangir. Hugtakandi. Vit vóru gripnir av skaparverkinum og Skaparanum. Tosaðu um lívið og løgdu ætlanir. So tók Ólavur skerpitjógvið, hann hevði við úr Føroyum, skar tvær álir, rætti mær aðra og segði: ?Nú verði eg 30, men hetta er løtan!? ? og so ótu vit! - Vit kendu okkum á lívsins tindi, og vóru tað eisini. Altíð ætlaðu vit at gera túrin umaftur, og í fjør tosaðu vit dúgliga um at gera hann í summar, nú 20 ár eru farin. Tað náddu vit ikki.
At Ólavur hevði serstakar gávur at syngja, og at hann brúkti tær, vita øll. Hann sang altíð. Sang einsamallur, í Nikodemussangbókinum, við systkinum, saman við MC, og saman við so mongum øðrum, á møtum, allastaðni. Og altíð var hann klárur. Hansara lutur lá ongantíð eftir. Og sangur hansara gleddi øll sum hoyrdu. Ólavur og Jóannes gjørdu nakrar upptøkur til sendingina ?Í víngarðinum?, sangir sum ?Táið myrkast var náttin? og ?Ei eg kenni morgindagin?, og tað svitaðist ikki, at tá hesar upptøkur vórðu spældar, gjørdu lurtarar vart við seg, og ynsktu at ogna sær tær.
Men sangurin og at syngja kom ikki frá fremmandum. Fór einaferð at vitja hann, og innkomin hoyri eg so vakran sang. Kórsang. Mamman í køkinum, pápin í stovuni, systrarnar onkra aðrastaðni í húsinum og so Ólavur í kjallaranum. Himmal á jørð. Soleiðis var heimið, sum Váli-systkini vuksu upp í. Fylt av sangi. Ei undur í at Ólavur, við hesi barlast líka frá barnaárunum, við sangi sínum gjørdist fólkaogn.
Eisini lá væl fyri hjá honum at tekna, og fleiri bóklingar eru prýddir við tekningum hansara. Men uttan mun til hvat hann gjørdi, sang, teknaði, í arbeiði sínum umborð á Norrønu, ella hvat tað so var, so var alt gjørt uttan nakran háva og við slíkum lítillætni, sum fáur leggur fyri dagin. Við sínum blídliga og hjartliga verumáta, sínum trúfesti og vinalagi, varð hann ótilvitað miðdepilin, sum øll savnaðust um. Øll kendu seg væl saman við honum - ikki minst børnini, sum hann var mammu- og pápabeiggi at. Tað sást skilliga. Tey flokkaðust um hann, alt var Ólavur.
Á, at hetjurnar skuldu falla, hervápnini ganga til grundar!
Jú, Ólavur var ein hetja. Sangkórið í Ebenezer og Dupultkvartettin hava mist so ómetaliga nógv við honum. Ein sangara, eina fyrimynd, og ikki minst ein sannan vin. Men ikki bert vit hava mist. Øll, sum kendu hann og hoyrdu hann, hava mist. Men hjá tær, Anna, verður missurin av soninum svárastur. Umsorgan hansara fyri tær var hjartanemandi. Og fyri tykkum, Britu, Charlottu og Jóannes við familjum tykkara. Gevi hin Altvaldandi tykkum ta troyst, tykkum tørvar, og gleðina í minninum um ein góðan son og bróður.
Ærað veri minnið um Ólavur á Váli.
Alexander