Til minnis um Leon Gunnar

  

Góði Leon Gunnar!

Eg vil her skriva nøkur orð um teg, soleiðis sum eg havi kent teg. Mamma tín og eg gingu til føðifyrireiking saman hjá ljósmóðrini Bjørg. Síðani møttust vit øll heima hjá øllum einaferð. So steðgaði tað.
Men seinni gjørdust tú og sonur mín Niels Peter bestu vinmenn. Tað var í eina summarfrítíð ? tit gingu í 2. ella 3. flokki ? og allir hinar dreingirnar í flokkinum vóru farnir út at ferðast. Tá funnu tit báðir saman sum vinmenn.
Eg minnist, tá tit vóru her hjá okkum, at tit altíð spældu við lego. Tit bygdu uppi á loftinum og oman gjøgnum trappurnar ? tosaðu og ímyndaðu tykkum alt møguligt. Ja, onkuntíð lurtaði eg eftir tykkum, uttan at tit vistu av tí.
Skjótt vuksu tit frá at spæla við lego, og aftaná tað vóru tit mest heima hjá tær, Leon Gunnar. Har spældu tit m.a. við teldu og telduspølum, tit vóru á verkstaðnum hjá pápa tínum ella niðri í bátinum. Einaferð vóru tit til útróðrar við pápa tínum, og Niels Peter kom errin heim við fiski. Ofta vóru tit við pápa tínum í bilinum runt oynna. Hjá tykkum var mangt at takast við, sum dreingir hava áhuga í, og Niels Peter hevur havt óteljandi góðar tímar saman við tær. Hann kom næstan bara heim fyri at eta og sova, so hann hevur følt seg væl hjá tykkum og saman við tær.
Tú átti góð foreldur, Leon Gunnar, sum gjørdu alt so væl fyri teg og hjálptu og vardu teg. Tú kundi altíð ringja eftir pápa tínum, so kom hann 5 min aftaná í bilinum.
Góði Leon Gunnar, eg kom at kenna teg sum ein sera fittan og fyrikomandi drong, og eg var fegin um vinskapin millum teg og Niels Peter. Tit trivdust væl saman. Tá ið tit onkuntíð vóru blivnir óvinir, var tað hvørja ferð tú, Leon Gunnar, ið rætti hondina fram, og tit blivu væl aftur.
Mær dámdi teg so væl, Leon Gunnar, og eg eri takksom fyri tey árini Niels Peter fekk saman við tær.
Ærað veri minnið um teg.
??????????????????

Mamma Niels Peter