Mín elskaða omma Kirstin Ingibjørg Baldwin andaðist bert 70 ára gomul.? Aldri hevði eg trúð, at tú skuldi fara frá okkum. Fólk doyggja, tað veit eg, men at tú eisini ein dag skuldi fara var óveruligt! Altíð hevur tú givið so nógva gleði frá tær, og lív var eisini altíð har tú vart.? Bara tað at tosa um teg í tátíð, kennist so skeivt. Omma góða, mær leingist illa eftir tær.? At vita at eg aldri aftur fari at hoyra tína mildu rødd, ella títt stuttliga lyndi aftur, pínur meg.? Alt tað vit hava havt saman, allar tær samrøður vit hava havt, øll tey góðu minni tú hevur givið mær, liggja tætt at mínum hjarta.? Eg takki tær fyri alt, og eg fari aldri at gloyma teg!
Nú farin ert tú,? hvat geri eg nú?
Hettar er ringt at skilja,?og pínan er ikki til at dylja.
Plássið eftir tær stendur tómt,?fólk, ið ei teg kendu, hava seg forsømt.
Køn vart tú blivin í teldu,?noy, ikki vart tú sum øll onnur eldru.
Manga útferð vit báðar hava havt saman,?og tær hava verið til bæði gleði og gaman.
Altíð var futtur í,?tá ið omma kom uppí.
Á 70 ára degi vit paintball fóru at spæla,?noy, tú vildi ikki bara ganga heima og mala.
Tú vart altíð í sving,?og um teg, ber ikki til at siga keðilig ting.
Títt lív hevur ikki altíð verið nemt,?men tú dugdi at taka skemt.
At vera seingjarliggjandi var ikki júst tú,?noy, tú vildi heim, og tað skuldi vera nú.
Alt ov tíðliga tú frá okkum fór,?ja, tað kunnu vit øll siga í kór.
Forhold okkara hevur altíð verið tætt,?so nú kanst tú ætla, at eg ikki havi tað lætt.
Eftir vit tóm standa,?ei vistu vit tú vart í vanda.
Eg dugi ei at fata,?hví tú ikki deyðanum kundi bata!
Omma góða, eg takki fyri øll tey minnir vit hava havt saman. Hvíl í friði góða, eg elski teg!
Ingibjørg