Til minnis um Magnus Paula Johannesen, Vestmanna

10.10.1923-11.09.2012

Brotasjógvar ei meir teg brýna,
undan íðum ei meir má dvína,
løgd er afturum hin hinsta sýna,
nú her tú sungið hevur síðsta vers
nr. 1278.

Aldri aftur knógva, sleipa,
kasta, draga, flekja, greipa,
fongin inn um stokkin veipa,
nú her tú sungið hevur síðsta vers
nr. 1278.

Aldri aftur draga svart,
aldri meira gera bart,
funnið miðið, tær var so kært,
nú her tú sungið hevur síðsta vers
nr. 1278.

Troyttur árar inn tú legði
nú betri mið tú funnið hevði,
har ei meir er sút og deyði,
nú her tú sungið hevur síðsta vers
nr. 1278.

Móti lívsins strondum stevndi,
heim til Hann, sum her teg evndi,
í teim ørmum, her teg fevndi,
nú her tú sungið hevur síðsta vers
nr. 1278.
-------
Kajfinn Hammer