Góða, elskaða Unn.
Ongantíð hevur sorgin verið størri enn tann dagin, vit mistu teg. Dagurin hjá okkum byrjaði sum vanligt, men tín var longu liðugur.
Tú hevði alt lívið framman fyri tær, og visti hvat tú skuldi brúka tað til. Tú gekk í handilsskúla og hevði eitt ár eftir. Eisini ætlaði tú í bíbliuskúla í Onglandi, síðani út í verðina sum trúboðari. Tú elskaði familjuna hjá tær og setti tey altíð í fremstu røð.
Tú dugdi væl í skúlanum og arbeiddi hart. Eisini dugdi tú væl at lurta og geva ráð, og tú stóð fast við tað, sum tú trúði uppá.
Tú var nakað fyri teg, tú hugsaði øðrvísi enn aðrar 18 ára gamlar gentur. Til dømis hugsaði tú um hvat var tað enska orðið fyri »Vestara áarbakka« og hví «at kunna« ikki hevði nakran navnhátt á enskum. Tú las bøkur so sum »Á skatturin, skatturin« og »Dávur í Tjørnuvík«.
Tú var sera opin og segði alt akkurát sum tað var, so var tað nakað, man vildi vita, og vildi man hava eitt erligt svar, so var bara at spyrja teg. Tú var altíð glað, hjartagóð og klár at geva eina hjálplandi hond. So skjótt tú kom inn til eina av okkara, føldi tú teg heima og fór at gera kaffi.
Tú fekk altíð fólk at flenna. Og var tað ikki við teimum stuttligu tingunum, tú segði, so var tað við teimum stuttligu grimassunum, tú gjørdi. Tú var ein sera góð vinkona og tað besta menniskja.
Vit sita allar enn og bíða eftir, at tú skal ringja ella koma inn at práta eina løtu. Vit hava øll tey góðu minnini um teg í okkara hjørtum, og tað fyllir okkum við gleði og kærleika, sum eisini hjálpa okkum gjøgnum hesa ringu tíð. Og tá vit hugsa um teg, og tíðina vit hava havt saman, er tað lættari hjá okkum at kunna práta, gráta og flenna saman.
Tað gongur ikki ein tími, har vit ikki hugsa um teg og tíni, ið eftir sita. Lívið er ikki tað sama uttan teg og tað fer tað ongantíð at verða aftur. Okkum leingist ótrúliga nógv eftir tær, og fara vit aldri at gloyma teg.
Takk fyri alt. Sov gott, elskaði eingil, til vit síggjast aftur. Vit elska teg.
Heilsan
Turið, Nora Maria, Vár, Sissal og Hanna
I'm sorry for all the words
I'm sorry for all the words I didn't say
It's too late – cause now you've gone so far away
I feel like I'm lost – with nothing left but
shattered dreams
So lonely – I'm holding on to memories
But then I feel your love surrounding me
And it takes away the pain inside of me
I believe we'll be together.
We may be so far apart.
But I know that you'll always stay inside
my heart
Your spirit gives me hope to carry on
I understand that even though you're gone.
Life goes on, life goes on without you.
Another day – Another time and place
Somewhere, someway – we'll meet another day.
No matter how much we need you now
Heaven needed you more.