Til minnis um ommu & abba Elisabeth & Theodor Eliasen

Var og vitjaði fastrarnar herfyri. Tær vóru í húsinum hjá ommu og abba í Leirvík og tømdu ovasta loft. Har kom nógv undan kavi, bæði líkt og ólíkt, og søgurnar, ið fastrarnar høvdu at siga um dukkulisur, tónleik og klædnastíl frá teirra barnaárum vóru óteljandi og sera stuttligar at leggja oyra til. Hendan løtan gav mær eina mynd av, hvussu teirra barna- og ungdómsár høvdu verið við ommu og abba sum foreldur, og fekk hetta meg at hugleiða um mítt egna lív saman við teimum.
Roykurin av nýbakaðum bollum er tað fyrsta, ið kemur mær til hugs, tá ið eg hugsi um heimið hjá ommu og abba í Leirvík. Hvussu tað var at trína inn í gongina, opna køksdyrnar og síggja ommu rokast í køkinum. So skjótt hon bar eyga við teg, lat úr henni ”Á jøssus, er tað tú? Stóð júst og hugsaði um teg – kom inn, kom inn”. Meðan eg sessist og omma fer í holt við drekkamunnin, byrjar at rørast innan úr stovuni, og løtu seinni er abbi eisini har við sínum ”hey góða – hvat sigur tú fyri gott”?
Omma og abbi vóru sera ymisk av lyndi. Lyndið á ommu var sera lætt, og dámdi henni væl at práta. Abbi var hinvegin stillur og hugsunarsamur. Felags høvdu tey tó kærleikan og kristnu trúnna, sum tey dugdu sera væl at umsita í gerandisdegnum.
Omma vaks sum barn upp hjá barnleysu fastur síni, bert fáar hundrað metrar frá foreldrunum og hinum syskinum. Hóast hendan sundurskiljingin frá familjuni kendist sera svár, megnaði hon at skilja støðuna, fyrigeva og elska. Ein sera góð lýsing av hennara stóra hjarta.
Omma var uttan iva ein einastandandi kvinna. Hon hevði nógvar vinkonur, og tað sjáldsama var, at tær vóru úr øllum aldursbólkum. Hetta komst óiva av at hon var eitt sera opið menniskja, ið dugdi væl at tosa og ikki minni væl at lurta. Hon tók meg ofta á bólið við at minnast hvat ið vit seinast høvdu tosa um, sjálvt um long tíð var farin síðan seinast. Hon kendi nøvnini á øllum mínum vinfólkum, og tá ið tey fingu børn, minntist hon eisini nøvnini á teimum. Eg kundi tosa við hana um alt, og ongantíð var hon dømandi, sjálvt um mínir tankar og mítt lív kundi verða sera nógv øðrvísi enn hennara.
Hóast abbi var fámæltur, var hann altíð sera áhugaður ið hvat ið hansara fingust við. Ein hending ið tó skaraði framúr viðvíkjandi sambandinum okkara millum, var tá ið eg eitt mundi fór yvir til Íslands at arbeiði – afturkomin høvdu vit altíð okkurt at práta um. Hetta stóðst av, at abbi í ungum árum fór yvir til Íslands at rógva út saman við pápa sínum. Honum dámdi sera væl landið, og ikki minni fólkið. Ein gamal vinur frá tí tíðini sendi abba ein íslendskan álmanakka á hvørjum ári, og hevði hesin fast pláss uppi yvir bonkinum í køkinum, alt tað eg kann minnast – slíkt trúfesti skal leitast leingi eftir, men hann hevur óivað gjørt seg verdugan til tess. Hansara lyndið var eisini sera jaligt. Sum áttati ára gamal fór abbi undir at smíða teimum hjall, og sum alt ið kom frá hondum hansara, var hesin sera snøggur og væl avgreiddur.
Abbi og eg høvdu ein felags alsk, alsk fyri djórum. Altíð høvdu tey kettu í húsinum, og í nógv harrans ár stóð ein og sama likkan og hugdi inn gjøgnum køksvindeyga tá ið vit sótu og ótu. Hon mundi vita sum var, at okkurt gott var í væntu. Gerðið, seyðahús og tvær ær gekk hann eisini og kúklaðist um, og tá ið seyðahúsið í 90´unum fór í eini ódn, vóru synirnir skjótir at fáa tað upp aftur, tí teir vistu sum var, at dagliga gongdin í seyðahúsinum var ein lívsæðr hjá abba, ið tá var vorðin pensionistur. Seyðahúsið mátti tó endaliga lúta tá ið undirsjóvartunnil skuldi gerast til Klaksvíkar, og vegurin hartil kom at ganga beint ígjøgnum gerðið, men tá var abbi komin so mikið upp í árini, at tað gjørdi minni.
Ein søga sum eg elskaði at hoyra frá abba, var søgan um tá ið abbi fór á Hjallnes í Kollafirði eftir kúnni Gráu. Á veg heimaftur hitti hann nakrar menn ið fregnaðust um prísin. Teir hildu hann verða alt ov høgan, og mettu at abbi mundi verða snýttur. Men abbi endaði altíð søguna við einum brosi og viðmerkti, at hann varð als ikki snýttur – fittari kúgv fekst ikki! Hvussu nógv Gráa mjólkaði kom tó ongantíð fram, og mundi hetta vera tí, at í hugaheiminum hjá abba hevði hetta minni at siga.
Søguna um Gráu segði abbi mær eisini frá tá ið hann lá á deyðsbóli, og móður sum hann var, bleiv tað henda søgan hann vildi siga mær hvørja ferð eg vitjaði hann á Landssjúkrahúsinum. Um hann hevði ein boðskap við hesum, dugi eg ikki at taka dagar ímillum, men at eygleiða hann spakuliga fara úr hesu verð, er vakrasti vitnisburður eg enn havi sæð. Omma og abbi vóru alt teirra lív trúgvandi, og livdu tey eftir besta førimuni eftir orðið Guðs. Hetta kendist eisini tá ið abbi fyrireikaði seg til at fara her frá – ein slíkan sálarfrið unni eg øllum.
Sum hjún vóru omma og abbi fyrimyndarlig. Tey virdu hvønn annan og dugdu væl at kúklast um samveruna og kærleikan. Sat eg okkurt kvøldi og hugdi í sjónvarp saman við ommu, og abbi sum vanligt sat í køkinum og las bløðini, reistist hon líka so stillisliga, fór innar í køkin, tendraði ketilin og løtu seinni hoyrdi eg antin glintranina av kinaskak kúlum ella ljóðið av yatzy terningum fara rullandi eftir borðinum. Tveyeini endaðu tey altíð dagin við eini hugnaløtu.
Nú stendur húsið á Samognarbøið tómt. Børn, ommu- og abbabørn, og langommu- og langabbabørn ferðast javnan til tað í vónini um at halda lív í tí ið var, men heimið ið húsið umboðaði, slóknaði endaliga við tykkum, góðu omma og abbi. Men innan í okkum fara minnini um tykkum tó altíð at liva.
Við hesi fátæku lýsing av tveimum deiligum og høgt elskaðum menniskjum vil eg við takksemi lýsa frið yvir minnunum um ommu og abba, Elisabeth og Theodor Eliasen.
----------
Kirstin