Til minnis um Per Hansen

Tað kom sera dáttliga við at frætta, at Per undir sínum dagliga arbeiði tann 10. apríl var smallin um deyður, bert 60 ára gamal. Hetta kundi ein illa fáa at bera til, tí at síggja til var hann væl fyri. Men skjótt er Harranum um.

Per var føddur 31. mai 1947. Hann var sonur Monu og Tummas heima í Stovu, sum var eitt bóndahús. Teir vóru tveir brøður. Beiggin eitur Hjørleif.


Lívsleiðin hjá Per var, at hann fyrst fór í realskúla og síðan í bankalæru í Føroya Banka. Skúlin var spurdur av bankanum, hvønn næming teir hildu egnaði seg best til bankayrkið, og hann vísti á Per.


Per var tískil í Føroya Banka í 28 ár, og hevði orð fyri at vera nærlagdur og samvitskufullur.


Aftaná hóttafall fór hann at arbeiða hjá handverksmeistarafelagnum, og Per hevði nú arbeitt fleiri ár hjá Runavíkar Kommunu, eitt arbeiði honum dámdi sera væl. Samstundis hevði hann tikið við festinum eftir pápanum.


Per hevði góð evni, og millum hesi var hansara stóri áhugi fyri tónleiki. Hann hevði eina góða rødd, og dugdi væl at spæla guitar. Í sínum ungu døgum hevði Per eisini spælt í orkestri. Hann spældi leingi við í Firvaldi.


Hann hevði eisini stóran áhuga fyri ítrótti, og her var tað serliga hondbóltur, sum hevði hansara áhuga. Hann var eisini kassameistari hjá NSÍ, so leingi hetta felag eisini umboðaði hondbólt. Hetta røkti Per til lítar. Eisini hevur hann spælt við í hondbóltsfelagnum Tjaldrið. Kappróður hevði eisini hansara stóra áhuga.

Per fann á ungum aldri saman við Herborg Heinesen úr Norðragøtu. Hon er dóttir Jacobinu og Heina í Súnastovu.

Tey giftust 12. september 1970. Herborg og Per fingu tvær fittar døtur, sum hava givið teimum fimm abba- og ommusynir, sum vóru alt og eitt fyri tey ”gomlu”. Mona er gift við Arnfinn Langgaard av Glyvrum, og tey eiga Per, Ari og Jákup Oluf. Beinta er gift við Rúna Joensen úr Gøtu, og tey eiga Martin og Ábraham.


Sum ofta er við hjúnum vóru tey bæði sera ymisk, men væl riggaði. Herborg hevur verið Per ein sera góður stuðul bæði í ”viðgongd og mótgongd”. Nú vóru tey eisini felags um festið. Herborg bakkar í so máta ikki fyri nøkrum, heldur ikki fyri at fara á fjall.


Eisini verður sagt um Per, at hann dugdi so sera væl við teimum ungu, og tá tað var abbasynirnir ella onnur, sum tey kendu, var einki óført. Skuldi koyrast til okkurt tiltak, sum ofta kemur fyri hjá ungum, so var bert at ringja eftir Per. Hann kom áðrenn hálvtalað var orðið.


Per var eitt friðarfólk, og hann var altíð við tí góða orðinum. Hetta er ein signaður eginleiki.

Saknaður verður hann. Hetta sást ikki minst á tí stóra fylginum, sum fylgdi honum til gravar. Tað var eisini rørandi at hoyra Beintu í kirkjunu greiða frá, hvussu góðan pápa hon hevði átt.

Eisini høvdu abbasynirnar eina seinastu heilsan til abban, og var tað fylgjandi ørindi, sum til seinast var sungið á grøvini sum ein vøkur heilsan til abban:



Góði abbi vit tær siga

várt farvæl á síðstu ferð

uggast vit tí inniliga,

tú nú ein Guds eingil er,

sum til Guds er komin heim

millum einglafjølda gleim

har vit aftur skulu finnast,

ævinliga har at ynnast.



ó.