Eg havi kent Rúna, síðani hann var smádrongur. Eg kendi Rúna sum ein stillan og smædnan drong, men altíð við einum smíli, tá tú møtti honum, ella vart saman við honum.
Eg hevði tað gleði, at arbeiða saman við Rúna í LÍF í fleiri ár. Eg visti frá fyrsta degi av, at LÍF var Rúnasa hjartabarn. Rúni legði alt sítt lív í LÍF og tað hava vit honum nógv at takka fyri.
Stillur og friðarligur gekk hann og loysti tær uppgávur ið vóru, uttan at klaga um nakað, altíð klárur við einari hjálpandi hond.
Eg minnist aftur á nógvar góðar og ríkar løtur, saman við Rúna uppi í LÍF-húsinum. Tá dystur var, kom hann ofta inn í húsið, at vita um vit høvdu tendra kaffimaskinuna, ikki tí at hann ikki stólaði uppá okkum, hann vildi bara hava alt uppá pláss. Honum dámdi væl at sita ímillum okkum í køkinum.
Persónliga havi eg nógv at takka Rúna fyri, ta umsorgan hann hevur havt fyri mínum dreingjum, alla ta tíð teir hava spælt fótbólt, avheintað teir á veg til venjing, koyrt teir til dyst, tá teir vóru yngri. Eg veit, at Rúni eisini hevur verið nógv fyri teir, eisini sum vaksnir dreingir.
Saknurin verður stórur í LÍF, nú Rúni ikki er ímillum okkum.
Tað verður sagt, at maður kemur í mans stað, men eg trúgvi ikki at LÍF fær ein slíkan merkismann sum Rúna, sum við lív og sál hevur givið Leirvíks bygd so nógv.
Næst seinast eg var heima og vitjaði, var seinastu ferð eg sá Rúna. Ein dagin bankar á dyrnar á Skipanesi, inn kemur Rúni, smílandi sum altíð. Hann vildi bara vita, hvussu eg hevði tað. Glaður fyri at síggja meg aftur. Vit tosaðu um gamlar dagar í LÍF-húsinum, hann steðgaði ikki leingi, tí tað var okkurt hann skuldi. Tá eg spurdi hvat hann skuldi, svaraði hann »Eg skal í LÍF-húsið«.
Mínir tankar leita til tykkara, Anna, Petur Jacob og systkini. Saknurin verður stórur hjá tykkum, at hava mist ein góðan son og beiggja. Jesus styrki tykkum, í stóru sorg tykkara.
LÍF og leirvíkingar hava mist ein góðan vin.
Til minnis um vin mín Rúna Heinesen.
Jóhanna Hansen