Til minnis um Richard Danielsen, Fuglafirði

»Á, at hetjurnar skuldu falla!« 2. Samuelsbók 1,19. Hetta skriftbrotið kom til mín, tá ið mín góði beiggi so brádliga varð tikin frá okkum.
Hetta er ringt at skilja, hví Harrin tók hann burtur nú, nú ið hann arbeiddi so nógv í víngarði Harrans, bæði í skrift og talu, og hevði óivað nógv eftir enn, sum hann ætlaði at fáa frá hondini.
Richard elskaði Jesus og livdi lívið fyri hann, sum leið og doyði á Golgata krossi fyri okkum øll.
Richard var friðarmaður, var altíð við tí góða orðinum, segði ongantíð nakað ringt um ein annan.
Tað er svárt hjá okkum øllum at hava mist Richard, men svárast hjá tær, góða Ása, sum stóð so væl saman við honum og stuðlaði hon­um so væl hesi knapt 15 árini, tit fingu saman. Harrin styrki teg og lati teg koma væl gjøgnum hendan brotasjógvin við, enn sum áður.
Vit vita, at vit skulu síggjast aftur har, sum ikki er broyting ella skiftandi skuggi, Jákupsbræv 1,17. Vit fáa hann ikki aftur her, men fara til hansara, 2. Sámuels­bók 12,23.
Eg vil enda við einum sangi, sum Richard umsetti til føroyskt úr donskum, tá ið hann bert var ein smá­drongur, og sum stendur í Guds Fólks Songbók.

Leið meg heim til frelsuklettin! Ei eg líta kann á meg; Á tí kletti kann eg hvíla, Skýli fyri meg og teg.

Niðurlag:
Á tí kletti kann hon byggja, Sál mín frelst og frí og glað; Undir honum kann eg liggja, Har er stormfrítt hvíldarstað.

Undir hesum gamla kletti Er eitt gott og tryggjað stað; Uttanfyri ýlir ódnin, Undir klettinum er læ.

Hesin klettur er mín frelsa, Náðistreymurin har rann; Har eg drakk av lívsins keldu, Har eg frið við Harran fann.

Jesus, tú mín frelsuklettur, Eg vil syngja til títt prís, Til eg einaferð í Himli Syngja skal á betri vís!

Lewis Hartsough (Amer.) 1828 - 1919
(Richard Danielsen týddi)

Ærað veri minnið um mín góða og elskaða beiggja, Richard.
------
Victoria Victorsdóttir Jacobsen