Hóskvøldið 6.apríl andaðist Linhild, bert 46 ára gomul. Hevði júst tá verið og vitjað hana á sjúkrahúsinum, og var á veg heim aftur úr Havn vitandi um, at hon ikki hevði langa tíð eftir her á fold, tá boðini komu, at nú var hon farin. Boðini vóru skakandi, tó ikki óvæntað.
Tað er ómetaliga svárt at vita, at hon ikki er ímillum okkum meira, hetta deiliga menniskja, við tí vakra og heita smílinum, er farin frá okkum í so góðum árum, fyri ikki at siga í bestu árum.
Til tíðir livdi Linhild ikki so væl, tey seinastu árini, og fyri einum góðum ári síðani, bleiv sjúkan staðfest hjá henni. Síðani tað var hon fleiri túrar í Danmark til viðgerð, har eg fekk høvi til at fara við henni tann eina túrin, og sum eg eri takksom fyri.
Linhild var ættað úr Skálavík, dóttir Ingrid og Jóhannus Lydersen. Sum ung kom hon inn á Glyvrar at verða arbeiðsgenta. Tað var eisini her, at hon og Heri komu at kennast og knýttu ástarbond, og gingu seinni saman í hjúnarlag. Tey eiga trý børn, Louis, Siri og Janna.
Persónliga kom eg at kenna Linhild fyri umleið tjúgu árum síðani, tá hon arbeiddi hjá A.W. J, ið tá húsaðist her í kjallaranum hjá okkum. Um tað mundið áttu Linhild og Heri tvey børn, íð vóru umleið á sama aldri við tey yngru hjá okkum, og gjørdust tey spælivinir og vit vinkonur. Frá tí tíðini er nógv gott og stuttligt at minnast afturá, millum annað fóru vit útferðir við børnunum og mangt annað. Ta einu ferðina leigaðu vit bygdarhúsið í Hesti í nakrar dagar, har vit høvdu ein super góðan túr.
Vit komu at vera starvsfelagar, hon hevur arbeitt sum dagrøktari í fjúrtan ár, so á tann hátt hava vit eisini havt ymiskt saman. Hetta arbeiðið røkti hon til lítar, og mong eru tey foreldur, ið trygg kundu lata síni børn í hennara hendur.
Tá serligir dagar hava verið her í húsinum, rætti hon mangan eina hjálpandi hond, bæði við baking og ymiskum øðrum, og lá tað sera væl fyri hjá henni at gera kakir. Serliga var tað tann vakra og vælsmakkandi kransakakan, sum Linhild eisini kom at verða kend fyri. Fleiri eru tey, ið hava heitt á hana, um at gera teimum eina slíka kransakøku.
Linhild var evnarík, hon var bæði virksom og kreativ. Við sínum stilla sinni dugdi hon væl at fáa burtur úr. Fekk hon eitt hugskot so skuldi tað roynast, og væl lá fyri. Óteljandi er alt, ið hon hevur latið av sínum hondum, tað hon hevur bundið, klipt, málað og mangt annað. Hon gjørdi ikki bert eitt, men hon gjørdi fleiri av sama slag, fyri at hon síðani kundi lata burtur av til gávis, ja hon var heilt fantastisk. Ikki minst tann vakri urtagarðurin, ið hon sjálv hevur arbeitt til og kom sera væl frá, og sum hevur glett mangt eitt eygað.
Eitt, ið eisini sermerkti hana, var, at hon var altíð í góðari tíð, hon kom til tíðina og var liðug í góðari tíð.
Linhild dámdi serliga væl, at koma til Nesvíkar á legu. Hon gleddi seg í langa tíð frammanundan til bygdarlegurnar, sum vóru skipaðar út frá missiónshúsinum, og tað skal sigast, at hon lá ikki á boðunum. Til stuttleika kann nevnast, at hon var ikki sørt ótolin at bíða, til tað var klárt at melda seg til, og tí kom hennara navn at standa ovast á listanum hvørja ferð. Eisini til summarlegurnar, var hon til dystin fús. Hon var enntá við sum hjálparfólk seinasta summar, og hóast hon var merkt av sjúku, lá hennara partur ikki eftir.
Har, ið Linhild var, var fjálgt innanveggja. Tá eg um kvøldarnar gloppaði hurðina hjá henni, sat hon gjarna við stokkum í tí hugnaliga køkinum. Áðrenn eg trein inn í køkin, hoyrdi eg hana mangan siga Nú kemur Kristianna , hon kendi mína atferð.
Linhild sang við í streingjakórinum í eina tíð, har hon glað kundi syngja boðskapin út um Jesus, og um tað sum hon átti í Honum. Til hennara jarðarferð sang streingjakórið eina vakran sang um himmalin.
Stutt eftir, at hon var komin heimaftur úr Danmark fyri seinastu ferð, ringir hon til mín og spyr Hevur tú hoyrt tað nýggjasta nýggja, Nei svari eg, Ja nú skal vera brúdleyp, Siri og Ragnar skulu giftast tann 18 mars. Við spenningi upprann dagurin, og sjálvt um Linhild lá á sjúkrahúsinum ta tíðina, tók hon lut í fyrireikingunum. Tey blivu vígd, og sigast má, at tað var ein hátíðarlig løta fyri okkum øll. Takksom var Linhild, og øll hennara, fyri at hon kundi uppliva henda væl eydnaða gleðisdagin, har hon kundi samgleðast við sínum kæru.
Nú hava tær virksomu og skapandi hendur lagt stilt, tó ikki av alduri, nú var hennara himmalski bústaður, gjørdur til reiðar. Hon visti sjálv, hvønn veg tað bar, men soleiðis sum eg upplivdi hana, tað seinastu tíðina, var hon púra rólig og hvíldi trygg í trúnni á tað, ið Frelsarin hevði gjørt fyri hana.
Góða Linhild. Takk fyri alt, sum tú hevur verið fyri meg. Ringt er at fata, at tú ikki ert ímillum okkum longur. Tað følist so tómt, ikki at kunna síggja teg ella at hoyra málið í tær meira her á jørð. Tó er tað ein troyst at vita, at tú nú ert frísk og ferðug, har heima í dýrdini. Takk fyri títt trúfesti og takk fyri tey góðu minnini, eg eigi eftir um teg, og takk fái Guð fyri, at eg eigi eina vón um, at ein dag skulu vit møtast aftur har heima.
Nú Linhild er farin, drýpa vit høvur í sorg og sakni. Í okkara hugaheimi tykist tað, at vera órættvíst, at hon ikki er ímillum okkum longur her á fold. Tað er ikki altíð so lætt hjá okkum at skilja Guð. Hansara vegir og hansara hugsanir eru hægri enn okkara vegir og okkara hugsanir. Svárast kennist tó sorgin og saknurin hjá Hera og børnunum og hennara nærmastu, sum hava mist eina góða konu og mammu, vermammu, dóttir, systir og verdóttir. Má Harrin troysta og styrkja tykkum í tíðini sum kemur.
Ærað veri minnið um vinkonu mína Linhild Jóhannesen
Kristianna