Til minnis um vinmann mín, Kristin Bærentsen

Sunnudagin 14.09.2008 var ein dagur sum hevur brent seg fastan í minni hjá okkum øllum. Ongantíð áður, hava so tung tíðindi verið borðin okkum.

 

At Harrin brádliga hevði kallað teg heim er ikki til at skilja. Man stendur sum eitt spurnartekin og veit hvørki eitt ella annað.

 

Hendan dagin vóru tit farnir suður til Sands at kava og hugna tykkum har suðuri, men at lagnan skuldi verða tann, sum hon bleiv, vardi ongan.

 

Ein skal leita leingi fyri at finna eitt menniskja, sum er so gott, sum tú vart.

Tú vart ein ordilig sólstrála. Eitt lívstykki, sum ikki hevur sæð sín líka. Altíð í góðum lag, altíð klárur til at rætta eina hjálpandi hond, og tú hevði nøkur serstøk evni til at fáa øll í gott lag, allastaðni har tú komst.

 

Tú var ein, sum øll kundu síggja upp til. Tú hevur verið ein fyrimynd fyri nógv, og tað er ikki so løgið, tí alt sum tú fórt í holt við, bleiv ein succes. Tú hevði eina fantastiska gentu, eini sera vøkur og snotilig hús á Argjum, sum júst vóru blivin liðug, eitt gott arbeiði, eina deiliga familiju, og ikki minst eina sera góða verfamilju. Vinfólk hevði tú so nógv, at fáur man hava tal á tí. Tú vart altíð vældámdur av øllum. Tað sást eisini til jarðarferð tína. Ongantíð áður havi eg sæð so stóran skarða til eina jarðarferð.

 

Tað tykist sera tómt at sita í stovuni her heima á Traðavegnum um kvøldarnar, nú tú ikki longur situr í fasta plássinum hjá tær á sofuni. Vit prátaðu saman hvønn dag, um ikki í telefon, so komst tú inná gólvið, ella kom eg forbíð hjá tær. Her skal sigast, at tað kennist mikið undarligt at hugsa sær til, at so verur ikki framyvir. Ein øðiligur saknur er eftir tær, ikki minst hjá Magnusi sum í heilum spyr nær Kristin gubbi kemur. Nú veit hann, at Kristin gubbi lullar, og er farin heim til jesuspápa. Tað segði hann, tá ið vit herfyri vóru og vitjaðu grøvina hjá tær.

 

Vit hava verið vinmenn síðan fyrsta dagin, ið vit komu at kennast. Altíð hevur tað verið stuttligt, og ikki minst áhugavert at verða ein av tínum vinum. Nógvar góðar og stuttligar løtur hava vit havt saman, bæði í gaman og álvara - tó mest gaman.

Ta seinastu tíðina tá tú vart ímillum okkum, vóru vit einamest úti í húsunum hjá tær, sum eru vorðin ein ordilig borg. Har hava vit hvat nógvar goðar løtur saman, bæði tá ið umbyggingin fór fram, og nú, tá alt var vorðið liðugt. Tú vart sera glaður og stoltur av húsunum og av øllum tí sum er komið burturúr.

 

Eg kundi hildið áfram at skriva føgur orð um okkara vinarlag í tímavís, og um allar tær hendingar og upplivingar vit hava verið saman um. Minnini um teg eru nógv og sera góð, og onga løtu av teimum hevði eg vilja verið fyri uttan.

 

Tungt er hjá mammu tíni, Beintu, beiggjunum, ommunum og abbanum, verfamiljuni, og allari familjuni og vinum hjá tær, sum mugu liva víðari her uttan teg, góði vinur.

 

Má harrin styrkja og vælsigna tykkum øll sum eftir sita.

Við hesum fáu orðum, fari eg hervið at lýsa frið yvir minnið um mín góða vin,

Kristin T. Bærentsen

 

Vinur tín, Heini