Til minnist

Ein vinur skrivar nakrar reglur til eina móður og ein faðirsum syrgja yvir mista barnið sítt

Sonur mín eg elski teg, spyrji hví eg skuldi missa teg.
Fagra smílið um tín munn, gav mær styrk og lætti mær um stund.
Í huga havi eg, øll minnini um teg.
Í stillheit gráti eg nú um teg.

Vársins rósa følna er, sum tá vetur fjalir fløtur her.
Veit eg aldrin síggja skal, vin mín koma glaður ímóti mær,
og altíð fari eg, at sakna ein vin sum teg.
Nú ævinleika tók teg sín veg.

Lagnan førir meg sín veg, fari fram í lívi uttan teg.
Okkar látur vekir meg, tá á nátt eg droymi, minnist teg.
Nú stilli ræður her, sól tín slókna er.
Tín látur tagnaður er nú her.

Lívið tyngir sorg mær ber, sker í sál, tó lív mítt fram á fer.
Aldan eigur enn sín dal, sum brýtir títt á kalda hav,
men soleiðis tað er, Várharra lagnu ger.
Tað skilir ongi frændi her.

Tíðin tekir tað sum her, tyngir, særir, hjarta tungt mítt ger.
Takki fyri minnini, ja alt sum eg eigi eftir teg.
Oh vinur, sonur mín, eitt síðsta farvæl til tín.
Nú sól tín fór um havsins sýn.