Til Niels Una Dam (2)

Dánial á Dul Jacobsen

Sum áður sagt, so skilir tú helst ikki tað eg sigi, men vit royna aftur kortini.
Tali- og skrivifrælsi inniber, at vit mugu lata onnur sleppa til orðanna uttan at stempla tey svín og leggja tey undir líkt og ólíkt. Kunnu vit ikki halda okkum frá tí, so er tað í veruleikanum bert okkara egna tali- og skrivifrælsi vit elska og vilja verja.
Nú hevur í langa tíð verið lítið at hoyrt til Salman Rushdie, og tí kendist tað heldur løgið, tá eg dagin eftir at hava sent aftursvar (1), fekk norsku kristnu, vikuavísina Magazinet inn um dyrnar og lesi um nevnda Salman Rushdie í einum høpi, sum í ólukkumát líkist júst tí hugsaða døminum:
Um nú Føroyar høvdu verið muslimskar. Magazinet skrivar um pakistanska Ayub Masih, sum nú, eftir at hava sitið fongslaður í 6 ár vegna kristnu trúgv sína er latin leysur og av ótta fyri víðgongdum muslimum loyniliga er fluttur til eitt vestanland.
Orsøkin til fongslingina vóru falskar ákærur. Ayub Masih var handtikin og dømdur til deyða, eftir at ein islamskur granni hjá honum ákærdi hann fyri at spotta profetin Muhammed. Grannin pástóð, at Ayub hevði lovprísað bókini hjá Salman Rushdie »Satanisk ørindi«. So Niels Uni, hetta er veruleikin, øðrvísi hugsandi mugu liva við aðrastaðni í heiminum. Tú ert helst ikki so óvitandi, sum tú letst.
Annars er tað ein onnur misskiljing, eg ætlaði at nerta eitt sindur við. Tað tykist, sum tú heldur, at sannleikin er ókristiligur, um hann særir. Tað er ikki so! Jesus fýrir ikki fyri at kalla mótstøðumenn sínar fyri bæði høggormar og ormaavkom. Tað er kortini lítið av miklum afturímóti tí, hann sigur við nærmasta lærisvein sín, Pætur. Nú plagar sjónvarpið at ávara, áðrenn teir sýna sterkar myndir. Tað er kanska best, tú setir teg, áðrenn tú lesir meira. Orð Jesusar vóru:
»Vík aftur um Meg, Satan! Tú ert Mær til ástoyt; tí tú hugsar ikki um tað, sum Gudi hoyrir til, men um tað, sum menniskjum hoyrir til!«
Hetta kann sjálvsagt virka bæði hart og dømandi, men Jesus segði eisini við lærisveinarnar at:
»?tit skulu skilja sannleikan, og sannleikin skal gera tykkum fríar.«
Tá tú fert til tannlæknan, og hann sigur tær, at tú hevur 15 hol í tonnunum, so sigur hann tað ikki fyri at vera harður og dømandi, men fyri at tú kanst fáa høvi til at fáa skaðan bøttan, og helst er hann noyddur til at særa teg, tá hann fer í holtur við tey. Pling!
Royn og lurta eftir Moses Hansen einaferð afturat. Tosar tú pent við Victor, so ivist eg ikki í, at hann útvegar tær upptøkuna frá nevnda »Víngarði«. Sjálvur kann eg útvega tær taluna hjá Moses, sum Lindin sendi, um tað er áhugi fyri tí.