Svenning Borg, Vágur
Nú í okur eru komin inn í eitt nýtt ár og venjingarnar til kappróðurin í summar eru við at byrja,vil eg hervið heita á Róðrasamband Føroya um at lata allar føroyingar sleppa at síggja tá íð bátarnir fara um málstrikuna.
Sjónvarpið plagar at vísa brot úr róðrunum í sendingini 3-2 og fyri okum róðraáhugaði hevði tað verið gott at sæð,tá íð bátarnir fóru um málið.
Róðrarnir síðsta summar vórðu sera spennandi og javnir og átti tað at bori til,at kunna sæð í sjónvarpinum,tá í bátarnir fóru um málið.Serliga 10mannafarsróðurin á Ólavsøku átti at verið vístur í sjónvarpinum tá í teir fóru um málstrikuna so eisini slapst undan nógvum gitingum.
Hvi sleppur almenningurin ikki at síggja tá íð bátarnir fara um málstrikuna?
Vil Róðrasambandið krógva nakað?
Til kappingar og stevnur aðrastaðni sæst,tá í luttakarnir fara um málstrikuna,hettar má eisini kunna bera til í tí føroyska kappróðrinum